Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.05.2023 10:47

Føroyar, mín móðir

Mynd: Jógvan á Lakjuni

Lesarabræv/Jógvan á Lakjuni

Hesar sendingarnar “O, móðurlandið” vóru fyri tað mesta rein vinstrahall tjóðveldispropaganda .

Tær lýstu kortini væl ta merkiligu undirlutakensluna, sum hesi fólkini hava (tey allar flestu politiskt púra samd), ið sluppu við í sendingarnar!

Og so var ikki frítt av “til látursgering” og niðurgering av føroyingum – serliga í tí seinastu sendingini – og ein óhóskandi samanbering við grønlendingar.

Eg eri stoltur av Føroyum og av at vera føroyingur! Vit eru á so mongum økjum eitt fyridømi fyri onnur!

Persónliga havi eg verið við í poltikki alt hetta tíðarskeiðið, og eg eri ómetaliga takksamur fyri og eisini stoltur av tí veldigu framgongd, ið hevur verið hesi árini.

Tað er í veruleikanum eitt stórt undur.

Vit eru eisini komin langt á sjálvstýrisleið hesi árini – og møguliga kundu vit verið komin enn longri.

Men eg haldi, at hesi, sum rópa harðast og altíð peika eftir hinum, kanska kundu kagað inneftir og har funnið onkran feil hjá sær sjálvum, sum var orsøk til, at alt ikki gekk, soleiðis sum tey siga, at tey ætlaðu!

Latið okkum takka Gudi fyri móðurlandið og syngja við Gulaki Jacobsen:

Hvar enn tín fótur fjakkar,

hvar enn tú festir búgv,

ber altíð títt føðiland í minni,

tí urtin hon følnar og verður ikki drúgv,

er rótleysur stelkurin hin stinni.

Bið gott yvir fólkið av fornari ætt,

sum Gud hevur givið so dýran ein skatt:

at liva við friði í Føroyum.