Føroysku hondbóltsstjørnurnar tapti í kvøld 34-36 móti Italia í venjingardysti við Tjarnir.
Støðan í hálvleikinum var 19-17 til Føroyar.
Toppskjúttar hjá Føroyum vóru: Hákun West av Teigum 8 mál, Óli Mittún 6 mál og Rói Ellefsen á Skipagøtu og Vilhelm Poulsen við 5 málum hvør.
Føroyar og Italia spæla venjingardyst aftur sunnudagin kl. 17.00 við Tjarnir.
Myndir: Eysturoyarportalurin















































