Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.10.2025 08:43

Føroyar ímóti Onglandi og Íslandi í NEVZA U19 í dag

Flogbóltssamband Føroya

Í morgun, fríggjamorgunin, byrjar norðurevropeiska NEVZA-kappingin í flogbólti fyri U19 landslið hjá bæði kvinnum og monnum, og aftur í ár verður kappingin hildin í høllini á Hálsi í Havn. 

Vanliga eru seks ella sjey lond við í kappingini, men í ár hava Svøríki, Noreg og Finnland givið avboð, og tí eru londini bara fýra í tali í ár: Ongland, Ísland, Danmark og Føroyar.

Vónir um sigrar – kanska finalupláss
Føroysku U19 kvinnurnar spæla tveir dystir í dag, og vónir eru um at vinna í hvussu er annan av teimum. Tann fyrri dysturin er ímóti Íslandi kl. 9 í morgun, og tann seinni er í kvøld kl. 19 ímóti Onglandi. Serliga ímóti Onglandi eru tær føroysku altráar eftir at fáa hevnd fyri trý tey síðstu tapini, har Ongland tríggjar ferðir á rað hevur vunnið 3-2. Seinasti sigurin á Onglandi var í 2022, tá Føroyar vunnu 3-0. Meira striltið hevur gingið ímóti Íslandi seinastu árini, og seinasti sigurin á teimum var í 2021, tá Føroyar vunnu 3-1.  
 
Føroysku U19 menninir spæla ímóti Íslandi kl. 11 í dag og so aftur kl. 17 ímóti Onglandi. Vónirnar eru um sigur í báðum dystum. Í kappingini í fjør vunnu Føroyar 3-1 á Onglandi í bólkaspælinum, men ólukkutíð var úrslitið tað øvuta, tá liðini møttust í bronsudystinum. Vónbrotið var stórt tá, men hesa ferð ætla føroyingarnir tað øðrvísi. Ímóti Íslandi vunnu Føroyar 3-0 í fjør. Í 2023 vunnu Føroyar á bæði Íslandi og Onglandi í dystunum um 5. – 7. plássið. 

Stroyming er at síggja í Televarpinum á sg.tv.fo/ras

Leygardagin spæla føroysku liðini ímóti Danmark; kvinnurnar kl. 13 og menninir kl. 10.

Finalur og bronsudystir verða spældir sunnudagin.


Dystarskrá:

U19 kvinnur:
Fríggjadagin 09:00 Ísland – Føroyar
Fríggjadagin 11:00 Danmark – Ongland
Fríggjadagin 17:00 Ongland – Føroyar
Fríggjadagin 19:00 Ongland – Føroyar

Leygardagin 10:00 Ísland – Ongland
Leygardagin 13:00 Føroyar – Danmark

Sunnudagin 13:00 Bronsudystur
Sunnudagin 15:00 Finala


U19 menn:
Fríggjadagin 09:00 Danmark – Ongland
Fríggjadagin 11:00 Ísland – Føroyar
Fríggjadagin 17:00 Føroyar – Ongland
Fríggjadagin 19:00 Danmark – Ísland

Leygardagin 10:00 Føroyar – Danmark
Leygardagin 13:00 Ísland – Ongland

Sunnudagin 13:00 Bronsudystur
Sunnudagin 17:00 Finala


Føroysku U19 landsliðini í flogbólti:

U19 kvinnur:
Osla Johannesen
Arina Joensen
Anna Katrina í Haraldstovu
Maria Teresa Vitalis
Eva Kallsberg Jacobsen
Elisabet Norðoy Vilhelmsen
Saranja Mouritsen 
Bára Leonsson Mouritsen 
Nicola Toftegaard 
Savanna Onghamar Ragnvaldsdóttir
Edna Henriksen
Sólbjørg Miriam Johnsdóttir Høgnesen

Venjari: Ciro Zoratti
Hjálparvenjari: Daria Burrows
Hjálparvenjari: Mileta Vesovic


U19 menn:
Árni Lamhauge Mohr 
Johannes Johansen
Adrian Lind Jacobsen
Óli Kluftá Hvítklett
Filip Ilic
Lukas Poulsen
Vuk Ilic
Hákun Nón
Róar í Haraldstovu
Micah Lukama
Matheo Eystberg
Rani Ákason

Venjari: Boban Ilic
Hjálparvenjari: Oleksandr Dmytriiev