Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.10.2025 13:36

Føroyar hava fingið fastan sess í formansskapinum

Mynd: Føroysku tinglimirnir í Norðurlandaráðnum saman við limunum úr Grønlandi og Álandi.(Mynd: Løgtingið)

Løgtingið

Á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum, sum í hesum døgum er í Stokkhólmi, bleiv í dag, 30. Oktobur 2025, endaliga greitt: Føroyar fáa fastan sess í formansskapi Norðurlandaráðsins. 

Fyri gott og væl einum ári síðani, løgdu føroysku limirnir í Norðurlandaráðnum uppskotið um fastan sess í formansskapinum fram. Nú er greitt, at tingsskipanin fyri Norðurlandaráðið verður broytt soleiðis, at formansskapurin í Norðurlandaráðnum verður øktur við trimum sessum – einum til Føroyar, einum til Grønland og einum til Áland. 
Hetta hevur við sær, at formansskapurin nú verður umboðaður av øllum Norðurlondum, og at Føroyar hava møguleika at vera við har, sum stóru og týdningarmiklu avgerðirnar í Norðurlandaráðnum verða tiknar. 

Hetta er eitt týðandi stig fram ímóti, at verða javnsett í øllum norðurlendskum samstarvi. Vit hava á øllum ársfundum lagt dent á, at vit nú fara at halda á og brúka alla orku at fáa broytt Helsingforssáttmálan, soleiðis at Føroyar fáa fullgildugan limaskap í øllum norðurlendskum avtalum og samstarvi.“, siga teir báðir føroysku limirnir í Norðurlandaráðnum, Johan Dahl og Høgni Hoydal. 


Mynd: Magnus Fröderberg/norden.org.        Høgni Hoydal, annar av føroysku limunum í Norðurlandaráðnum.