Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.02.2026 08:53

Føroyar fáa størri pláss í donsku undirvísingini

Sjúrður Skaale og Mattias Tesfaye, danskur barna- og undirvísingamálaráðharri

Tíðindaskriv/Javnaðarflokkurin á Fólkatingi

– Jú størri vitan, jú færri fordómar, sigur Sjúrður Skaale um nýtt útspæl, sum skal tryggja meira vitan til danir um ríkisfelagsskapin 

Børn og ung í Danmark skulu vita nógv meira um Føroyar og Grønland. Tað er málið hjá donsku stjórnini, sum í dag er komin við einum nýggjum útspæli um ríkisfelagsskapin. Talan er um eina avtalu, sum er gjørd í samstarvi við Sjúrð Skaale, fólkatingsmann fyri Javnaðarflokkin.

Lagt verður millum annað upp til meira kravda undirvísing um ríkisfelagsskapin í fólkaskúlanum. Eisini verða pengar settir av til eina ”Ríkisfelagsskapsviku”, har næmingar í eina viku læra um Føroyar og Grønland. Og í studentaskúlum skulu næmingarnir lesa fleiri bókmentir av føroyskum og grønlendskum rithøvundum, og betri møguleiki verður fyri námsferðum millum tey trý londini í ríkisfelagsskapinum.

– Eg haldi, hetta eru nøkur øgiliga góð átøk. Jú størri vitan, vit hava um hvønn annan í ríkisfelagsskapinum, jú færri fordómar, sigur Sjúrður Skaale, sum áhaldandi hevur arbeitt fyri hesum øki.

Undirvísingin um Føroyar í donskum skúlum er áður styrkt eftir trýsti frá Sjúrði Skaale, men í dag verður enn eitt stórt stig tikið, so Føroyar og Grønland fara at fylla enn meira á donsku tímatalvuni.

Danski undirvísingarráðharri Mattias Tesfaye, ið hevur lagt avtaluna fram, væntar sær nógv av nýggju átøkunum.

– Støðan í heiminum í dag leggur fólkaræðið undir trýst. Ófriðurin minnir okkum um, at samanhald ikki er ein sjálvfylgja, men nakað, mann skal halda fast í. Tað er tørvur á at styrkja vitanina um hvønn annan í ríkisfelagsskapinum, og arbeiðið byrjar í skúlanum, sigur Mattias Tesfaye.