Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.06.2024 20:39

Føroyar endaðu aftast í Baltic Cup

Óinspirerandi, óskipað og tannleyst. Soleiðis kundi ein yvirskrift ljóða eftir tapið móti Letlandi í kvøld.

Ein veruleiki sum hevur sníkt seg inn í føroyskan landsliðsfótbólt hjá monnum seinastu árini og sum tíðanverri ikki tykist at fáa nakra vend.

Og tí var tað kanska heldur ikki óvænta, føroyska A-landsliðið hjá monnum eisini tapti seinna dystin í Baltic Cup, sum var móti Letlandi í kappingini um 3. og 4. pláss.

Einasta málið skeyt Andrejs Ciganiks í 49 minutti. Og gjørdi ta samstundis at Føroyar endaðu aftast í kappingini, eftir baltisku londini.

Høvðusvenjarin Håkan Ericson og hjálparvenjarin Eli Hentze høvdu gjørt heili 6 broytingar frá 4-1 tapinum leygardagin. Eitt tap, sum sjálvt Fótbóltssamband Føroya á heimasíðu síni rósti og var nøgt við.

Tað var aftur hesuferð ein dystur, har føroysku leikarirnir, fylgdu eini leikskipan sum venjaratoymið hevur lagt út í kortið, og megnaðu føroysku leikarirnir aldrin at skapa teir stóru málmøguleikarnar ella vandastøður burturúr hesi skipan.

Serliga í fyrra hálvleiki var spælið lítið at reypa av og megnaðu føroyingar ongantíð at spæla seg til fram til nakað nevnivert, tó so, at Adrian Justinussen hevði eitt skot á málið beint áðrenn dómarin floytaði til hálvleik.

Heimaliðið setti seg meira á dystin í seinna hálvleiki og fekk eisini hol á beinanvegin. Og var tað eisini um reppið, at tað bæði gjørdist til 2-0 og 3-0, men hevði ta ikki verið fyri Bárður á Reynatrøð, so hevði úrslitið sær verri út.

Tað var ikki fyri enn teir seinastu 20 minuttirnar, at føroyska liðið slepti, tí sum kundi líkst hondbremsuni eitt sindur, og byrjaði at vísa tenn. Ella nakað sum kundi líkst tí. Uttan eitt kolldømt mál hjá Petur Knudsen og eitt langskot frá innskifta Daniel Johansen, so gjørdist tað ongantíð veruliga vandamikið frammanfyri málinum hjá lettum.

Tískil endaði føroyska liðið aftast í kappingini, við tveimum tapum, 5 málum í gjøgnum og bert tí eina málinum skorað.

Komandi uppgáva hjá A-landsliðnum hjá monnum er í heyst í Nations League, tann 7. september á Tórsvølli, tá ið Norðurmakedónia kemur á vitjan.