Føroya Politi boðar frá, at Norðoyatunnilin er júst nú stongdur í samband við eitt omanlop/áarlop stutt norðanfyri tunnilsmunnan í Klaksvík.
Annars eru stórir ferðslutrupuleikar runt landið í sambandi við nógva regnið, sum er komið niður.
Vit mæla til, at bilførarar vísa størsta varsemi í ferðsluni, í løtuni.
Dagføring KL 16:30
Ferðslan verður nú leidd so líðandi ígjøgnum tunnilin.
Tunnilin letur heilt upp aftur, tá ið áarlopið er ruddað burtur.
Dagføring KL 17:00
Tunnilin er latin upp aftur.
