Tíðindaskriv
Rættarøkið í Føroyum fær ta neyðugu raðfestingina, sum í fleiri ár hevur verið eftirspurd. Hetta eru góð tíðindi, ið fara at føra við sær einar tryggari Føroyar, umframt betri arbeiðsumstøður hjá øllum teimum, ið arbeiða innan rættarøkið.
Sambandsflokkurin á Fólkatingi hevur í fleiri ár arbeitt fyri, og strongt á donsku stjórnina, at batar skulu gerast innan økið.
Hetta er nakað, ið Sambandsflokkurin á Fólkatingi hevur arbeitt fyri í nógv ár.
Danska løgmálaráðið hevur við tíðindaskrivi í dag boðað frá, at føroyska rættarøkið verður uppstigað.
Ítøkiliga inniber hetta hesar raðfestingar av Føroya Politi, Ákæruvaldinum og Føroya Rætti:
Føroya Politi fær nýggja útgerð, ið millum annað styrkir um maritima kapasitetin.
Harafturat fær Føroya Politi fýra ársverk, ið skulu verja sárbær offur og stuðla uppundir fyribyrgjandi- og kanningararbeiðið innan KT-kriminalitet.
Umframt hetta verður betrað um KT-økið hjá Føroya Politi og økt um lutin hjá PET í Føroyum.
Ákæruvaldið verður raðfest við tveimum royndum ákærum.
Føroya Rættur fær sítt KT-økið raðfest, soleiðis at tað er javnstillað við KT-virksemið hjá donsku dómstólunum.
“Eftir mínum tykki hevur rættarøkið verið afturúrsiglt í ov langa tíð. Tað er tískil gleðiligt, at samstarvið hjá mær og stjórnini hevur givið úrslit – eg freistist at siga borið á mál, men enn eru viðurskifti, ið skulu bøtast um. Men uttan iva er hetta eitt stórt fet á rættari kós!” sigur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin.
Stutt fyri summarfrítíðina gav Sambandsflokkurin á Fólkatingi út eitt politiskt útspæl, sum tók útgangsstøði í viðurskiftunum hjá Føroya Politi og Ákæruvaldinum.
Endamálið við útspælinum var at varpa ljós á tær avbjóðingarnar, ið rættarøkið í Føroyum hevur, umframt at vísa á loysnir. Útspælið og áheitanirnar til donsku stjórnina tykjast ikki at hava verið fyri deyvum oyrum, tí við fráboðanini í dag er greitt, at samstarv slóðar fyri framgongd.
Útspælið hjá Sambandsflokkinum á Fólkatingi kann lesast her: http://www.saft.fo/Default.aspx?Id=18148
Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkurin á Fólkatingi