Føroya Óðalsfelag
Komandi kommunustýri fara í næstum undir at gera ferðavinnuætlanir fyri kommununa.
Í hesum sambandi vil Óðalsfelagið staðiliga heita á veljarar, úti um alt landið, um at tryggja góð umboð í bý- og bygdaráð, fólk sum skilja og virða týdningin av jørðini.
Áðrenn tú setir krossin í morgin, spyr so títt valevni:
Um viðkomandi virðir rættindini hjá høgunum, og um viðkomandi fer at verja vøkstur, seyðahald og fuglalív, móti avleiðingunum av ferðavinnuni.
Náttúran og landbúnaðurin mugu verjast lokalt.