Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.03.2024 10:38

Føroya Handverksmeistarafelag hevur avgjørt at kæra

Tíðindaskriv

Kappingareftirlitið hevur í gjár almannakunngjørt eina avgerð hjá Kappingarráðnum sum sigur, at Føroya Handverksmeistarafelag og nakrir limir felagssins skulu hava framt brot á grein 6 í kappingarlógini. 

Málið snýr seg um, at Føroya Handverksmeistarafelag í 2020 mælti undangóðkendum fyritøkum frá at bjóða uppá arbeiðið at gera eina svimjihøll í Runavík, tí útbjóðingartilfarið ikki var í lagi. 

Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur viðgjørt niðurstøðuna hjá Kappingareftirlitinum, og hevur avgjørt at kæra. Nevndin er ósamd í niðurstøðuni og metir, at fortreytirnar hjá Kappingarráðnum at gera niðurstøðuna eru skeivar.

Føroya Handverksmeistarafelag ætlar ikki at gera fleiri viðmerkingar til málið, fyrr enn ein endalig niðurstøða fyriliggur í málinum.

Tórshavn, tann 8. mars 2024

Føroya Handverksmeistarafelag