Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.04.2026 08:47

Forminnisfelagið á Skála havt aðalfund

Á ársaðalfundinum hjá Fornminnafelagnum fyri Skála og Skálafjørð 23. mars 2026, stóðu Tummas M. Jacobsen, Nicolina MIkkelsen og Arnfríð Thomsen fyri vali. Tey tóku øll við afturvali. Sum eykalimur stóð Jørgen Bech fyri vali og var afturvaldur.


Eftir aðalfundin er nevndin sostatt manna við: Nicolinu Mikkelsen, Arnfríð Thomsen, Kaj Olsen, Eyðun Rasmussen og Tummas Mekal Jacobsen. 

Á aðalfundinum varð eisini samtykt, at limagjaldið verður óbroytt kr. 150,00 fyri hjún og kr. 100,00 fyri støk.

Á nevndarfundi 15. apríl 2026, skipaði nevndin seg við Tummas M. Jacobsen sum formanni og skrivara, Eyðun Rasmussen sum næstformanni, Arnfríð Thomsen, sum kassameistari, Nicolina Mikkelsen og Kaj Olsen, nevndarlimir.
Eykalimir eru Jørgen Bech og Vilbjørg á Krónni.

Eldri greinar: Fríøkið við Prestá og fornminni á Ytra Skála: “Vilja grava kirkjuna framaftur”