Mynd: Dánjal Hansen
Á sínum Facebookvanganum kunngerð NSÍ formaðurin gjøgnum nógv ár, Dánjal Hansen, at hann nú leggur frá sær sum formaður.
NSÍ hevur kallað inn til eyka aðalfund mikudagin 26. oktober og tískil skal nýggur formaður veljast.
Dánjal Hansen sigur: “Nú er tíðin komin at loyva øðrum at taka yvir, og fari eg at takka øllum, sum hava hjálpt mær hesi árini, takka stuðlum osv fyri gott samstarv hesa tíðina. Takk øll somul fyri gott samstarv, og takk fyri alla góða hjálp”.
Dánjal Hansen gjørdist formaður hjá NSÍ í 2018. Hann hevur sostatt sitið í sessinum í yvir fýra ár.
Dánjal Hansen hevur drúgvar royndir sum fótbóltsspælari. Hann hevur sambært Faroesoccer.com spælt 179 dystir í bestu deildini í Føroyum. Hann spældi í bestu deildini frá mitt í 90´unum fram til 2008.
Deil á Facebook