Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.09.2025 20:29

Forkvinnan í hondbóltsfelagnum Tjaldur: Skulu hava lið aftur í bestu mans- og kvinnudeildini

Forkvinnan í Hondbóltsfelagnum Tjaldur, Sigrun Jónsveinsdóttir (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Grein/ Eyp

Kappingarárið í hondbólti er so smátt farið í gongd. Veðrið gerst alsamt meira illfýsið og dagarnir styttast stútt og støðugt. 

Og ítróttarhallirnar kring landið byrjað at fyllast við børnum og vaksnum sum spæla hondbólt.

Soleiðis er eisini í høllini í Runavík, har Hondbóltsfelagið Tjaldur heldur til.

Ein kvinna við stýrisvølin

Forkvinnan í felagnum á eystara armi á Skálafjørðinum, er Sigrun Jónsveinsdóttir, sum stendur á odda fyri felagnum á triðja árið. Hon tók við sum forkvinna á sumri í 2023. Áðrenn tað, sat hon eisini í nevndini í felagnum.

Afturat, at verða forkvinna í Tjaldur, so starvast hon dagliga sum stjóri í Íverksetarahúsinum í Klaksvík. Har hevur hon havt sína dagligu gongd síðani 2018.

Tá ið vit hittu hana í høllini hendan dagin, varð hon júst liðug við sítt dagliga starv í Klaksvík, og hevði koyrt beinleiðis út í høllini í Runavík, at fregnast og fylgja við venjingini hjá teimum yngru liðunum sum vandu.

Tjaldur er eitt felag í menning

-Um vit hyggja afturá síðsta kappingarár, so varð hondbóltsárið 2024/2025 eitt sera gott ár, har vit sóu veruliga framgond hjá felganum. 

– Vit høvdu heili trý lið í steypafinalunum, sum vórðu leiktar í høllini við Tjarnir í februar mánað í ár. Hetta vóru fantastiskir dagar og spennandi dystir at verða vitni til. Tað bleiv tíðanverri “bert” silvur til øll trý liðini, sum vóru G14, D14 og G10. Men hetta vísir bara, at vit eru á rættari kós, sigur hon smílandi, men við við einum álvarsligum tóna, sum vísir at hon veruliga trýr uppá ætlanirnar hjá felagnum.

-Harumframt megnaðu fleiri lið at fáa heiðursmerki í landskappingini. Hóast ikki øll megnaðu at fáa heiðursmerkir, so høvdu øll tað kortini stuttligt saman. Og tað er eisini nakað vit hava sett okkum sum mál í felagnum, at tað skal verða stuttligt og gevandi at venja við Hondbóltsfelagnum Tjaldur, sigur forkvinnan.

Hondbóltsfelagið Tjaldur er upprunaliga stovnað í 1957 sum NSÍ, men varð endurstovnað í 1998, sum vit kenna tað í dag og er úrsltið av eini samanrenning í 1998 av hondbóltfeløgunum GÍ og NSÍ. Felagið kann tó føra ein part av sínum rótum aftur til 1957, tá hondbóltsfelagið Tjaldur varð stovnað á Glyvrum. 

Sum í so nógvum øðrum bygdum tá ið tíðini, varð hondbólturin leiktur úti. Men tá ið ítróttarhøllin í Runavík kom í 1983, broyttust umstøðurnar munandi.

Tjaldur er ikki eitt av teimum mest sigursvandu feløgnum í landinum. Og hevur mest sum altíð staðið í skugganum av fótbóltinum. Men hevur tó áður, bæði havt lið í bestu deildini hjá bæði kvinnum og monnum. 

Og vunnu eisini tjaldurskvinnur FM-heitið í 2009 og steypakappingina í 2011. Samstundis, sum at eitt U10 lið hjá dreingjum vann FM-heitið bæði í 2008 og 2011.

Men hóast hetta, so fánaði virksemið niður í nærum einki eftir hetta. Og nøkur ár frameftir varð tungt at rekað felagið, har ofta ov fáir leikarar vóru til tey ymisku liðini og áhugin fyri hondbóltinum ikki rættuliga var til staðar.

Men seinastu árini hevur tó gingið framá hjá felagnum á eystar armi á Skálafjørðinum, sum nú er við at byggja nakað nýtt upp.

-Vit eru í dag ein nevnd mannað við fimm limum. Vit eru nú komin uppá 230 limir, íðkandi limir. Og vit síggja, at góðir árgangir eru á veg – bæði á dreingja og gentusíðuni. So tað sær ljósari út.

-Vit hava í dag eitt lið í 1.deild hjá kvinnum við einum sera royndum venjara í Jórun Ludvig, sum vit hava verið sera glað og nøgd við. Og fer hon eisini framhaldandi at venja kvinnurnar hetta kappingarárið.

Meðan vit í fjør eisini fingu ein nýggjan barna- og ungdómsvenjara, Nikolay Bliznov, at venja børnini og tey ungu í felagnum, sigur hon.

-Nikolay hevur verið sera væl dámdur og við sínum góða hondbóltskilið og dámliga sinnið hevur hann megnað at fingið sera nógv burturúr. Tí eru vit sera fegin um, at hava gjørt sáttmála við Nikolay, sum kemur at vera høvuðsungdómsvenjari komandi tvey árini, her hjá okkum.

-Umframt at vera høvuðsvenjari hjá teimum ungu, so fer hann eisini at hjálpa til og leggja lag á hjá venjaratoymunum í barnaárgangunum. Hetta vóna vit, kemur at geva nógv til venjarar og íðkarar, sigur Sigrun, sum saman við nevndini nú roynir at byggja upp eina hondbóltsmentan í økinum.

Sigrun sigur, at tað er nógv virksemið í høllini alla vikuna, og tí kann til tíðir verða trupult at finna tíðir til allar venjingarnar hjá teimum yngru liðunum. Tí eru tey eisini farin at brúka ítróttarhøllini á Kambsdali til venjingar.

Tað eru ikki bert børn úr Runavíkar kommunu, sum venja við Tjaldur, men eisini úr bygdunum í nærumhvørjinum, sum eru íðkandi limir.

-Síðsta ár brúktu vit fyri fyrstu ferð høllina á Kambsdali til venjing. Tað var einans til venjingar hjá D10. Hetta riggaði sera væl og varð væl fyriskipað av toyminum rundanum D10. Vit hava aftur í ár fingið nakrar tímar í høllini, og tað eru enn D10, sum venja har, sigur hon.

Tjaldur kann blíva eitt stórt felag

Tað eru nógv viðurskiftir at taka sær av – bæði á og uttanfyri vøllin, sum skulu ganga upp, fyri at kunnað rekað og drívað eitt hondbóltsfelag sum Tjaldur. Við einum vaksandi talið av íðkarum, so krevst eisini, at fíggjarligu viðurskiftini eru í lagi.

– Tað er ikki ókeypis at reka eitt hondbóltsfelag í dag. Vit hava lagt og leggja framhaldandi áherðslu á, at felagið skal rekast fíggjarliga trygt, uttan skuldarbinding, og at ongar verkætlanir verða settar í verk uttan at trygd er fyri fíggingini. Inntøkurnar frá lima- og luttøkugjaldi, tiltøkum og ikki minst frá góðum stuðlum, gera tað, saman við tí stóra sjálvbodna arbeiðinum, møguligt at halda áfram við tí góðu gongdini, sigur forkvinna, sum sær ljóst uppá framtíðina.

-Eitt av málunum, vit settu okkum fyri, var at fáa fleiri stuðlar og eisini ein høvuðsstuðul. Tí var tað sera gleðiligt, at Navigare játtaði seg at verða okkara høvuðsstuðul, sum vit hava gjørt ein 3 ára sáttmála við. Hetta er av sera stórum týdningi fyri felagið og ger, at felagið fær styrkt seg við góðum venjarum, og hevur vakstrarmøguleikar. Eisini hava vit fingið stuðul frá øðrum fyritøkum. Harumframt hava vit eisini fingið eina 3 ára klædnaavtalvu við Berglon, sigur kvinnan, sum stendur á odda fyri at fáa Tjaldur uppá á tindin aftur í føroyskum hondbólti.

– Um vit øll standa saman og draga eina línu, so kann felagið vaksa og mennast til eitt enn sterkari felag, sum um ikki alt ov langa tíð aftur hevur lið í øllum aldursbólkum, eisini bestu kvinnu- og mansdeildunum. Málið vit hava sett okkum er, at Tjaldur komandi trý til fýra árini skal menna seg til aftur at hava lið í bestu deildunum hjá bæði kvinnum og monnum.

– Vit í nevndini, við Jórun og Nikolai á odda, væl stuðlaði av sjálvboðnu venjarunum og hjálparfólkunum, gleða okkum til enn eitt spennandi og mennandi hondbóltsár, sigur Sigrun Jónsveinsdóttir forkvinna í Tjaldur at enda, nú venjingin hjá teimum yngru eisini er um at verða liðug, og hon fer at takast við eitthvørt í høllini sum hon er noydd at fáa avgreitt, áðrenn hon vendir nøsini heim til hús.

Ítróttarhøllin í Runavík hevur góðar karmar (Mynd: Eysturoyarportalurin)