Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.12.2025 08:18

Forkunnugar fotomyndir úr Føroyum frá 1894 útgivnar í stórari bók

Tíðindaskriv/Forlagið Søga Føroya

Í juli 1894 vitjaði týsk-føddi læknin Karl Grossmann, sum búði í Liverpool, Bretland, saman við tveimum vinum í Føroyum. Grossmann var sera áhugaður í jarðfrøði og var eisini ein framúr dúgligur fotografur.

Meðan tað úr blaðumrøðum var kent, at Grossmann eisini helt ljósmyndafyrilestrar um Føroyar í bæði Keypmannahavn og London, var tað eitt dulsmál, hvat ið vorðið var av hansara fotomyndum. Fyri trimum árum síðani kom kortini í ljósmála, at Grossmann í 1896 hevði latið Royal Geographical Society í London uml. 180 fotomyndir úr Føroyum. Har høvdu tær ligið ógáaðar. Hetta hevði beinan vegin við sær eina vitjan í London, har beinleiðis kundi staðfestast, at hetta vóru omanfyri nevndu myndir, og at her var talan um eitt fotosavn av stórum siðsøguligum áhuga.

Myndirnar hjá Grossmann fevna um tað elsta týðandi savnið av fotomyndum, sum tiknar eru í Føroyum, saman við fyrst kendu myndunum, sum tiknar vórðu á útoyggjunum Mykinesi, Svínoynni og Fugloynni. Savnið fevnir um m.a. mynd av teirri í 1899 niðurrivnu kirkjuni í Hattarvík, dupult-vatn mylluni, sum gav navn til Mylnugøtu í Havn og eini røð av undranarverdum myndum av virksemi á hvalastøðini á Gjánoyri, sum var grundað einar tveir mánaðar áðrenn vitjanina hjá Grossmann.

Soleiðis var tað sjálvsagt, at fotomyndirnar hjá Grossmann áttu at verða sæddar av fleiri ákoðarum, og tað er við hesum bakstøði, at forlagið Søga Føroya/History Press Faroe Islands nú gevur út eina tvímælta bók við heitinum “Færøerne 1894 – en fotograf kommer forbi/The Faroe Islands 1894 – a photographer comes by”, skrivað av Steffen Stummann Hansen og Kevin J. Edwards (Cambridge). Í bókini verða framlagdar uml. 120 av fotomyndunum hjá Grossmann lýstar við tekstum og somuleiðis øll søgan um vitjan hansara.

Bókin kemur út 16. desember og er útgivin við fíggjarligum stuðli frá Augustinus Fonden (Danmark), Dronning Margrethes og Prins Henriks Fond (Danmark), Útoyggjafelagið (Føroyar), Den Hielmstierne-Rosencroneske Stiftelse (Danmark) og Letterstedtska Fὅreningen (Svøríki).

Bílegging kann gerast gjøgnum heimasíðuna hjá forlagnum www.historypressfaroeislands.com ella á telefon 28 30 85.

Myndir: © Royal Geographical Society, London

Cover  Áttamannafarið “Fríggjarin” beint eftir lending í Mykinesi í 1894.

Skúlabørn við Tvøroyri.
Dupulta vatnmyllan, sum gav navn til núverandi Mylnugøtu í Havn
Grossmann í ferð við at fotografera úti á Reyni
Menn og dreingir eftir kirkjugongd úti í Svíni mitt í juli 1894.
 Kirkjan í Hattarvík, sum vegna forfall varð niðurrivin í 1899
Arbeiði á hvalastøðini á Gjánoyri