Sum siðvenja hevur verið í nógv ár, var í dag afturvendandi forfólkaumfari hjá politisku flokkunum, sum verður hildið undan hvørjum løgtingsvali, á Miðnám á Kambsdali.
Hesuferð í nýggju snotuligu miðhøllini, sum nýliga er tikin í nýtslu.
Orðstýrari sum so mangan áður var Jóannes Hansen.
Á fundinum luttóku øll floksforfólkini. Beinir Johannesen fyri Fólkaflokkin, Bárður Nielsen fyri Sambandsflokkin, Aksel Johannesen fyri Javnaðarflokkin, Sámal Petur í Grund fyri Sjálvstýri, Sirið Stenberg fyri Tjóðveldi, Ruth Vang fyri Framókn og Jenis av Rana fyri Miðflokkin
Eisini gjørdu næmingarnir í samfelagsfrøði eina veljarakanningar bæði áðrenn og aftaná sjálvan fundin.
Myndir: Eysturoyarportalurin



















































