Miðnám á Kambsdali
Hósdagin 19. mars verður nýggja stásiliga miðhøllin karmur um stóra forfólkaumfarið á Kambsdali. Hetta er ein av frálíku siðvenjunum, sum hevur verið afturvendandi øll árini miðnámsskúli hevur verið á Kambsdali. Orðstýrari verður okkara egni valviðmerkjari Jóannes Hansen. Hann hevur stýrt øllum forfólkafundunum síðani 1988, tá fundurin var á fyrsta sinni var á táverandi Studentaskúlanum við Gøtugjógv. Undantakið var tó í 2008, tá hann var rektari á Læraraskúlanum. Sostatt er hetta 12 forfólkaumfar og 11 ferð við Jóannes Hansen við róðrið.
“Vit eru sera fegin um, at flokkar og forfólk vitja okkum og gera sær ómak at samskifta við næmingarnar. Hetta er veruliga við til at økja áhugan og skapa forvitni og spenning fyri valinum. Ein sera umráðandi partur av almennu búgvingini, og vit skulu minnast til, at flestu teirra skulu seta sín fyrsta kross,” sigur Christian Joensen, rektari.
Á fundinum, sum byrjar klokkan 11.45, luttaka øll floksforfólkini. Beinir Johannesen fyri Fólkaflokkin, Bárður Nielsen fyri Sambandsflokkin, Aksel Johannesen fyri Javnaðarflokkin, Sámal Petur í Grund fyri Sjálvstýri, Sirið Stenberg fyri Tjóðveldi, Ruth Vang fyri Framókn og Jenis av Rana fyri Miðflokkin.
Eftir, at flokkarnir hava lagt fram, fáa næmingarnir høvi at seta forfólkunum spurningar. Eisini gera næmingarnir í samfelagsfrøði veljarakanningar bæði áðrenn og aftaná fundin.
