Mynd: Savnsmynd
Fólkatingsval er lýst at verða mánadagin 31. oktober 2022
Atkvøðugreiðslan fer fram á vanligu valstøðunum í Runavíkar kommunu og byrjar: kl. 09.00 fyrrapart og heldur fram til kl.20.00 – ella so leingi veljarar møta uttan steðg.
Brævatkvøður
Veljarar í Runavíkar kommunu, ið sambært vallógini lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á býráðsskrivstovuni í avgreiðslutíðini til og við fríggjadagin 28.oktober 2022 kl. 15.00.
Velja Heima
Tey, ið vegna sjúku ikki eru før fyri at koma á valstaðið, kunnu velja heima í seinasta lagi fríggjadagin 28.10.2022, við at venda sær til kommunuskrivstovuna á tlf. 417000 í seinasta lagi hósdagin 27. oktober 2022 kl. 16.00.
Valkort
Við hesum verður gjørt kunnugt, at til fólkatingsvalið, ið skal fara fram mánadagin 31. oktober 2022, verða valkort send øllum veljarum í kommununi.
Um onkur, ið heldur seg hava atkvøðurætt, ikki hevur fingið valkort, ella okkurt annað er komið skeivt fyri, skal verða sagt býráðsskrivstovuni ( tlf. 417000) frá í seinasta lagi hósdagin 27. oktober 2022.
Mint verður á, at valkortið eigur at verða við, tá møtt verður á valstaðnum.
Saltangará, 14. oktober 2022
Runavíkar kommuna
Deil á Facebook