Lesarabræv
Góðu tit, stóra takk fyri tær 434 persónligu atkvøðurnar í gjár!
Hetta var fyrstu ferð, eg stillaði upp, og at so nógvar fullu í mín part, ja, tað eri eg sera takksamur fyri og glaður um. Valið sjálvt var ikki gott fyri flokkin – tað er so heilt vist!
Eitt sera margháttligt val, og vónandi fer fólkið at velja øðrvísi í morgin.
Eg ynski Sjúrði og Onnu hjartaliga til lukku við ótrúliga úrslitinum.
Góðu veljarar, tað er í morgin, at tað stóra slagið stendur. Veljið ein sterkan og stóran Fólkaflokk á Føroya løgting!
x við A X við Bárð
Blíðar heilsur,
Bárður á Lakjuni
