Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.09.2025 13:43

Fólkatingsins kirkjunevnd vitjaði Mentanarnevndina

Mentanarnevndin í Løgtinginum og Fólkatingsins kirkjunevnd avmyndaði uttanfyri Løgtingið. Mynd: Løgtingið

Løgtingið

Mikudagin 10. septembur 2025 vitjaði Fólkatingsins kirkjunevnd Mentanarnevndina hjá Løgtinginum. Fólkatingsins kirkjunevnd er komin til Føroyar at fáa innlit í føroysku fólkakirkjuna.  

Á fundinum skiftu nevndirnar orð um týdning fólkakirkjunnar fyri føroyska samfelagið, herundir skipan, arbeiðið við diakoni, vavið av sjálvbodnum arbeiði, ungdómsarbeiði, umframt samstarv við fríkirkjur og annað. 

Eisini varð komið inn á støðu fólkakirkjunnar síðan yvirtøkuna í 2007, umframt felagseyðkenni og munir millum føroysku og donsku fólkakirkjuna. 

Nevndarlimirnir í Fólkatingsins kirkjunevnd, sum vitja í Føroyum, eru: 
Søren Espersen, formaður, Kim Aas, Karin Gaardsted, Heidi Bank, Theresa Berg Andersen, Carl Andersen og Katrine Daugaard. 

Spjaldur