Visit Fuglafjørður
Fólkafundur verður á Skarðinum – um viðrar – hesaferð sunnudagin 4. august kl. 15.
Listakvinna Guðrið Poulsen heldur røðuna í ár. Eins og hinu árinu verður felagssangur og hugni, so havið kaffi og evt. mat pakka við.
Er veðrið til vildar er góður møguleiki at halda á fram niðan á Altarið ella á Borgina aftaná felagssangin.
Farið verður til gongu úr Miðstaðarlundini kl. 14, um fólk hava hug at fylgjast. Sostatt verður høvi at síggja Minnismerkið fyri kvinnur, sum doyðu í barsilssong hjá Guðrið Poulsen, áðrenn gingið verður niðan.
Sjálva tiltakið byrjar kl. 15 á Skarðinum, og tað ber væl til at ganga niðan á sjálvi.
Tiltakið er ókeypis. Øll eru vælkomin.
Deil á Facebook