Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.05.2023 17:36

Fólkaflokkurin á vitjan hjá Almannaverkinum

Mynd: Fólkaflokkurin

Tíðindaskriv

Í dag hava Árni Skaale, Bárður Á Lakjuni og Beinir Johannesen vitjað Almannaverkið, har Edvard Heen greiddi frá virkseminum, møguleikunum og avbjóðingunum, ið standa fyri framman. 

Virksemið hjá Almannaverkinum fevnir um knappan triðing av fíggjarlógini: frá útgjøldum av ymiskum veitingum til tilboð til tey, ið hava tørv á hjálp og vegleiðing í gerandisdegnum.

Fólkaflokkurin hevur púra greiðan politikk – vit skulu hjálpa teimum, ið hava tørv á tí, tí tey, ið klára seg sjálvi, skulu nokk klára seg sjálvi.