Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.10.2025 16:47

Fólkadráp!

Lesarabræv

Til okkara fólkavaldu á tingi, nú tit skulu taka støðu í hesum álvarsmáli. Ver tú ikki ein av teimum, sum fert at gera eina lóg, har manndráp verður gjørt  lógligt. Lat okkum sum land ikki fara í sama, eg vil kalla tað lógloysis bólk, sum okkara grannalond eru í, har tað er ok at avlíva tey smáu í móðurlívi.
 Fyri mongum árum síðani høvdu vit ein góðan prest í Klaksík, sum æt Jákup Magnussen. Hann bað regluliga fyri teimum ráðandi, at teir máttu ikki viðtaka lógir, sum gingu ímóti Guðs orði. Hetta sama vil eg gera nú.
 Vit hava øll hoyrt um fólkadráp longu tá Jesus var føddur, har Heródes kongur gav boð um at drepa  øll dreingjabørn undir 2 ár. Jesus slapp undan hesi forfylging, við  tað at foreldur hansara flýddu til Egyptalands og komu ikki heim aftur fyrr enn Heródes var deyður.                    
   Konsentratiónslegurnar  í sínari tíð og onnur fólkadráp, sum eru framd og framvegis vera framd ymsastaðni kring knøttin. Open Doors fortelur okkum árliga um støðuna hjá teimum kristnu kring knøttin.  Hetta er ræðuligt. 
  Sum fólkaskúlalærari í meira enn 40 ár  hevur tað skelkað meg at hoyrt, at tveir stórir skúlaflokkar eru avlívaðir árliga í móðurlívi øll hesi ár. Hvat hugsar man fyri sær? 
   Hesir báðir skúlaflokkarnir, sum her eru nevndir, sum ikki eru til, hevði verið eitt tal omanfyri 2000 menniskju, bara í mini læraratíð. Hetta er tað sama sum øll Runavíkin, Saltangará og Glyvrar. Fyristilla tær um hetta var støðan í dag, at her vóru bara nøkur fá hús, tá eg var smádrongur. Restin, øll tey mongu húsini, sum komin eru í mínari tíð, ein heilur býur, var  burtur. Fólkið dripið. Ein ræðulig hugsan. 
  Er ein kvinna vorðin við barn, er bara eitt at gera og tað er at eiga barnið, og er viðkomandi ikki før fyri at hava barnið sjálv, ja so eru aðrir møguleikar. 
  Undantøk eru sjálvandi.
  Ófatiligt er at hoyra onkran av okkara  ráðandi monnum taka so ráðisliga til:
“Koyr hasa fosturtøkulógina ígjøgnum, so verður ikki meira rok um hatta. Tað verður sum við hjúnabandslógini. Øðiligt rok. Men so hoyrist einki, tá samtykt er”
 Nei, góðu tingfólk og onnur ráðandi her í Føroyum. 
Vit standa til svars yvir fyri tí livandi Guði, bæði nú og tann dag vit skulu møta honum. Vit skulu svara fyri hvørt ógagnsorð og ógagnsgerð, sum vit hava framt her í lívinum. Dómurin verður ræðuligur, um vit ikki venda um frá okkara ógerðum.


vh.

Jónsvein Simonsen, fyrrverandi fólkaskúlalærari, Saltangará.