Tíðindaskriv/ Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag
Vísandi til samrøðuna við Margit Stórá, landstýriskvinnu í Umhvørvismálum, í KVF á middegi 4. august fegnast FNU um, at landsstýrið ætlar at leggja fram veðurlagslóg fyri løgtingið í heyst. Tað er eitt týdningarmikið stig fyri Føroyar, og tað er gleðiligt, at landsstýriskvinnan leggur dent á týdningin av at verja vátlendi.
FNU vónar, at komandi veðurlagslógin fer at seta ferð á at minka um CO₂ útlátið, við at fremja eina veruliga grøna orkuumlegging og at seta mál um at minka orkunýtsluna.
Langt eftir á mál við grønari orku
Ein grøn orkuumlegging inniber at framleiða meira grøna orku – og her er langt eftir á mál. Sum er, framleiða vit bara umleið ein sætta part av orkuni, sum brúk er fyri á landi. Hetta krevur samstundis, at vit skifta tólini, sum nú nýta olju ella gass út við tól, sum nýta grøna orku, tað verið seg oljufýr, flutningstól, framleiðslutól á verksmiðjum o.s.fr.
Sum sjófarandi tjóð og fiskivinnutjóð er stórur partur av okkara orkunýtslu á sjónum, umleið 40% av samlaðu nýtsluni – eisini her mugu størri átøk setast í verk og íløgur mugu gerast í menning. Landsstýriskvinnan nevndi, at nógv framstig eru á hesum øki, og FNU vónar at greið mál um hetta verða sett í veðurlagslógini.
Nei til oljuleiting
Tað gevur onga meining at fara at leita eftir olju undir Føroyum, tí at hetta mótarbeiðir endamálinum við einari veðurlagslóg. Útvinning av olju gevur stórt útlát av CO₂, sum økir um globalu upphitingina. Meira olja á marknaðinum skundar ikki undir grøna orkuskiftið, men heldur seinkar tað, og oljudálkandi óhapp í føroyskum sjógvi kunnu fáa oyðileggjandi fylgjur fyri okkara fiskastovnar og lívmargfeldi.
Náttúruvernd og lívfrøðilig margfeldi eru eisini veðurlagspolitikkur
At verja náttúruøki og lívfrøðiliga margfeldi er týdningarmikil liður í orkuskiftinum. Veðurlagskreppan og náttúrukreppan eru tætt samanbundnar. Vit kunnu ikki bara hugsa um orkuskifti einsamalt, tí at vit mugu samstundis verja nátturuna og lívfrøðiliga margfeldið, sum er fyritreyt fyri lívsumstøðurnar hjá okkum sjálvum og komandi ættarliðum.
Sum støðan er í dag hjá okkum í Føroyum, merkir eitt grønt orkuskift millum annað, at neyðugt er at seta vindmyllur upp og til tað krevjast øki, sum hava hóskandi vindviðurskifti – við øðrum orðum mugu vit lata náttúrulendi til tað. Her er umráðandi at peningur verður settur av til gransking, menning av standardiseraðum umhvørvisáringsmetingum og eina lendisætlan sum skal stuðla undir, at inntriv órógva sum minst, og at avgerðir um t.d. staðsetingar eru gjørdar á sterkum fakligum grundaðum metingum, sum tryggja, at fuglur og annað livandi fær so góðan frið sum til ber.
FNU vil vera viðleikari
FNU vónar at veðurlagslógin ásetir greiðar málsætlanir fyri útlátsminking og hevur strategiskar ætlanir fyri grønu orkuumleggingini og samstundis tryggjar náttúruvernd og rættvísa staðseting.
FNU vil fegin bjóða seg fram sum viðleikara í tilgongdini at menna eina sterka og burðardygga veðurlagslóg, har náttúruvernd og orkuætlanir ganga hond í hond.