Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.08.2025 22:21

FM-vinnararnir funnir

Mynd: Bogaskjótisamband Føroya

Bogaskjótisamband Føroya

Ein fjórðingsfinala hjá compound-monnunum mátti avgerast við shoot-off, og tað var tætt í einari hálvfinalu, men annars var ikki tann heilt stóri spenningurin í kappingunum, tá FM í uttandura bogaskjóting var í Hoydølum í dag. Lilja Strøm Winther vann gull hjá kvinnum við berboga, Pernille Krogh hjá recurve-kvinnunum, Hans Petur Højgaard hjá recurve-monnunum, Anja Eydnudóttir hjá compound-kvinnunum og Jóannes Poulsen hjá compound-monnunum

Kappingin um føroyameistaraheitið í uttandura bogaskjóting hevur verið í Hoydølum í dag, og tað gekk væl at avgreiða kappingina, tó at tað var eitt lot.

Unga Lilja Strøm Winther úr Team SuðurSkoti royndi seg fyri fyrstu ferð í kapping uttandura, hon var tó einsamøll við berboganum, so tað var greitt frammanundan, at hon vann FM-gullið. Í øllum hinum bogaflokkunum var lagt upp til kapping um heiðursmerkini, men hjá recurve-monnum, har tveir skjúttar vóru teknaðir, fekk annar forfall, so Hans Petur Højgaard úr Ørvi hevði tryggjað sær gullið, áðrenn hann skeyt síni innleiðandi umfør.

Kvinnur berbogi: Lilja Strøm Winther, Team SuðurSkot, gull

Menn recurve: Hans Petur Højgaard, Ørvur, gull

Í hinum bólkunum skuldu hólmgongur til, áðrenn vinnararnir vórðu funnir. Hjá recurvekvinnunum bleiv tað tó næstan solo-skjóting hjá Pernille Krogh úr Vágaskoti, tá einasta mótstøðukvinnan, dóttirin Tóra Dinna Reynskor, fekk ilt í armin longu í innleiðandi kappingini og mátti kasta frá sær í finaluni. Pernille vann innleiðandi kappingina stórt og finaluna uttan mótstøðu.

Í compound-kappingini hjá kvinnum vóru Rakul Dam úr Tambum og Anja Eydnudóttir úr Vágaskoti einsamallar. Her vann Anja trygt bæði innleiðandi kappingina og finaluna.

Kvinnur recurve: Tóra Dinna Reynskor, silvur, og Pernille Krogh, gull

Hjá compound-monnunum var meira spenningur í. Ikki færri enn seks skjúttar kappaðust hesa ferð. Rógvi Mohr úr Tambum, sum ikki hevur skotið í fleiri ár, var við aftur, og eisini Albert Dam úr Ørvi, ið hevur skotið ser lítið seinastu árini. Hinir fýra hoyra til aktivu kjarnuna av compound-skjúttunum: Jóannes Poulsen, Nikkel Petersen og Sámuel T. Petersen, allir úr Ørvi, og Jógvan Niclasen úr Tambum.

Størsti spenningurin í hesi kappingini var í fjórðingsfinaluni millum Albert og Jógvan. Eftir tey fimm umførini stóð á jøvnum 134 – 134, og tí mátti fjórðingsfinalan gerast av við shoot-off. Báðir raktu 10’aran, men Albert var nærri miðjuni og tryggjaði sær tískil hálvfinaluplássið.

Albert Dam og Jógvan Niclasen máttu avgera fjórðingsfinaluna við Shoot-off. Báðir raktur 10’aran, men pílurin hjá Alberti var eitt vet nærri miðjuni, so hann vann seg víðari í hálvfinaluna

Bronsu- og gullfinalurnar verða skotnar

Hin fjórðingsfinalan var millum Sámuel og Rógva, og hana vann Sámuel 136 – 121.

Jóannes og Nikkel høvdu vunnið seg beinleiðis í hálvfinalurnar við at blíva ávikavist nummar eitt og nummar tvey í innleiðandi kappingini.

Onnur hálvfinalan stóð millum Jóannes og Albert, og hana vann Jóannes 138 – 129. Hin var millum Sámuel og Nikkel, og har var bæði tætt og spennandi. Tá av tornaði, var Sámuel omaná og vann hálvfinaluna 142 -141.

Í hólmgongunum um heiðursmerkini vóru úrslitini rættiliga greið. Nikkel vann bronsudystin móti Albert 144 – 135, og Jóannes vann gullfinaluna móti Sámuel 141 – 132.

Compound menn: Sámuel Petersen, silvur, Jóannes Poulsen, gull, og Nikkel Petersen, bronsu

Úrslitini:

Kvinnur berbogi

Innleiðandi og endaligt:

Lilja Strøm Winther, Team SuðurSkot, 125+85 = 210.

Kvinnur recurve

Innleiðandi:

Pernielle Krogh, Vágaskot, 281+268 = 549.

Tóra Dinna Reynskor, Vágaskot, 245+0 = 245.

Finala:

Pernille – Tóra Dinna, 6 – 0.

Menn recurve

Innleiðandi og endaligt:

Hans Petur Højgaard, Ørvur, 294+287 = 581.

Kvinnur compound

Innleiðandi:

Anja Eydnudóttir, Vágaskot, 311+302 = 613.

Rakul Dam, Tambar, 232+254 = 486.

Finala:

Anja – Rakul, 128 – 79.

Menn compound

Innleiðandi:

Jóannes Poulsen, Ørvur, 345+351 = 696.

Nikkel Petersen, Ørvur, 338+332 = 670.

Sámuel T. Petersen, Ørvur, 334+324 = 658.

Jógvan Niclasen, Tambar, 331+321 = 652.

Albert Dam, Ørvur, 313+308 = 621.

Rógvi Mohr, Tambar, 287+298 = 585.

Fjórðingsfinalur:

Albert – Jógvan, 134 – 134; shoot-off, 10+ – 10.

Sámuel – Rógvi, 136 – 121.

Hálvfinalur:

Jóannes – Albert, 138 – 129.

Sámuel – Nikkel, 142 – 141.

Bronsufinala:

Nikkel – Albert, 144 – 135.

Finala:

Jóannes – Sámuel, 141 – 132.