Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.08.2025 18:09

FM uttandura verður í morgin

Mynd: Bogaskjótisamband Føroya

Bogaskjótisamband Føroya

Tilsamans 13 bogaskjúttar hava teknað seg til FM uttandura, sum verður í Hoydølum í morgin

Tað verður kapping um heiðursmerkini í øllum bogaflokkunum uttan berboga, har bert ein skjútti hevur teknað seg, tá FM í uttandura bogaskjóting verður á fløtuni í Hoydølum í morgin.

13 bogaskjúttar hava teknað seg: Ein kvinna við berboga, tvær kvinnur og tveir menn við recurveboga, tveir kvinnuligir compoundskjúttar og seks compoundmenn.

Kappingin byrjar klokkan 10 við trimum upphitingarumførum. Sjálv kappingin verður skipað sum 720-umfar, har tað verða skotnir tvær ferðir 36 pílar. Kappast verður í recurve, compound og berboga (barebow), frástøðan er 70 metur hjá recurve-skjúttunum og 50 metur hjá compound- og berbogaskjúttunum.