Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
31.10.2025 21:41

FM-kvalifikatiónskapping í Funningsbotni 1. og 2. november

Seyðahundasamband Føroya

Eysturoyar Seyðahundafelag skipar fyri tveimum spennandi kappingardøgum í Funningsbotni hetta vikuskiftið. Hettar er ein partur av FM-kvalifikatiónskappingunum til EM í Belgia og HM í Skotlandi í 2026.

Leygardagin 1. novembur verður kappast í klassa 3, sum er tann hægsti og mest avbjóðandi klassin í seyðahundakappingum. Kappingin byrjar kl. 08:00, og 20 hundar eru tilmeldaðir. Luttakarar eru fleiri av bestu seyðahundunum í landinum, og spennandi verður at síggja, hvussu FM-støðan broytist eftir hesa kappingina.

Sunnudagin 2. novembur verður kappast í klassa 2 og klassa 1, sum eru unghundaklassar, har nýggjir, og royndir, hundar fáa møguleika at vísa síni evni. Hetta er ein góður møguleiki at síggja komandi stjørnur innan seyðahundasportin.

Leygardag 01/11-2025

Banagjøgnumgongd er kl. 08.00

Sunnudagin 02/11-2025:

Banagjøgnumgongd er kl. 08.30

Klassi 2: byrja verður kl 09.00

Klassi 1: byrja verður, tá ið klassi 2 er liðugur.

Eysturoyar Seyðahundafelag takkar bóndanum í Funningsbotni fyri, at lata økið til kappingina og fyri gott samstarv. Uttan tykkara stuðul hevði hetta ikki verið gjørligt. Øll eru vælkomin at hyggja!

https://hundar.fo/fm-kvalifikationskapping-i-funningsbotni/–