Tíðindaskriv
FM kappingarnar í súkkling halda fram. Í vikuskiftinum varð kappast í fjallasúkkling – fríggjakvøldið 26. september varð koyrt um FM í stutteini, eisini nevnt XCC, og sunnudagin 28. september varð kappast í miðteini, eisini nevnt XCO.
Stutteinur
15 menn og ein kvinna kappaðust um FM í stutteini fríggjakvøldið.
Gunar Dahl-Olsen vann opna bólkin hjá monnum við tíðin 32:09 min., nummar tvey gjørdist Erik Neshamar, við 32:29 min., og nummar trý gjørdist Jákup Petur Eliasen, hann var eitt umfar aftanfyri. Teir súkkla allir fyri úr Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag.
Súsanna Skylv úr Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag vann hjá kvinnum við tíðini 31:31 min.
Í bólkinum U15 vann Jonatan Gregersen úr Troy við 30:20, meðan Mikkjal Rosen gjørdist nummar tvey við 31:36 min., og Benjamin Crooks gjørdist nummar trý við 32:54 min. Teir koyra báðir fyri úr Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag.
Í bólkinum M50 vann Eyðun Jakobsen úr Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag við 30:40 min, frammanfyri Una Heðinsson úr Norðstrok við 30:45 min og Eddie Magnussen við 31:45 min.
Sí øll úrslitini frá FM í stutteini á Webscorer her.
Miðteinur
Sunnudagin varð tíðin komin at kappast í miðteini.
Í opna bólkinum hjá monnum var Helgi Winther Olsen úr Fjallasúkklufelagnum fyrstur á mál við tíðini 1:35:49. Næstur honum var Hilmar Hansen úr Norðstrok við 1:52:57, og á triðja plássinum var Gunnar Dahl-Olsen úr Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag við 1:55:35.
Í bólkinum M40 vann Óli Hansen við 1:34:28, og Bogi Højgaard úr Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag gjørdist nummar tvey, eitt umfar aftanfyri.
Í bólkinum M50 vann Uni Heðinsson úr Norðstrok við 1:28:30, nummar tvey varð Eddie Magnussen við 1:44:56, og nummar trý gjørdist Høgni Rúnason Øster úr Fjallasúkklufelagnum, tvey umfør aftanfyri.
Sí øll úrslitini frá FM í miðteini á Webscorer her.
Reidar F. Joensen tók hópin av myndum undir kappingini á miðteini sunnudagin og eru tær at finna á Facebook-bólkinum Súkkling í Føroyum her.