Tíðindaskriv/ Grót
Leygarkvøldið 17. Juni kl. 21.00 í Tøting.
Atgongumerki á 150 kr. (Tó bert 100 kr. fyri limir í Grót) fáast við dyrnar frá kl. 20.00.
Ung 18 ár og yngri, hava ókeypis atgongd.
Flytifólk:
4 tónleikarar út trimum londum, búðsitandi í Føroyum, blandað tónleikaligar arvir og mentanir saman í eitt vakurt huglag, ið ber brá av fólkatónleikaligum dámi, stundum yvir ímóti Klezmer, stundum eitt krydd av Balkan, og nakað av sigoynarum á ferð.
Við tónleikarum úr Bretlandi, Týsklandi og Danmark, búðsitandi og virkandi í føroysku náttúruni og mentanini, fært tú ein serstakan bólk, ið hava tað til felags, at tey elska at spæla tónleik.
Manning:
Daniel Rye – klarinet
Anna Hüdepohl akkordeon
Torleik Mortensen – kontrabass
James Goodwin – slagverk
A15 Útgávukonsert:
Debutplátan hjá føroysku/donsku duo´ini A15, kemur út 16. Juni, so tað verður tónleikur av eini sera feskari útgávu, ið byrjar tónleikaliga ballið hetta summarkvøld í Syðrugøtu.
A15 er ein duo við Martin Stender á saxofon og Torleiki Mortensen á kontrabassi og samplingum. Stílurin er ein blanding av nordiskum, indie, jazz og avantgarde hugskotum, harumframt er tónleikurin hugfjálgur og melodiskur.
Teir báðir Torleik og Martin, møttust í jazzumhvørvinum í Keypmannahavn longu sum tannáringar, har deildu teir íbúð í fleiri ár, meðan teir numu sær útbúgving á konservatorinum, so ljóði í tónleikinum er somuleiðis ávirkað av einum sterkum vinarlagi.
A15 var landsvegurin ímillum Aarhus og Herning, har teir báðir vuksu upp í 80-90´unum. Navnið A15 er meint sum ein sambinding teirra millum.