Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.03.2026 15:42

Flugukanningar við Toftavatn á sumri 2025

Biofar

Á sumri 2025 gjørdi Biofar eina skordýrakanning við Toftavatn. Frágreiðingin lýsir hvørji flugusløg búleikast við vatnið. Samanlagt vórðu 59 sløg eyðmerkt, tvey av sløgunum eru nýggj fyri Føroyar.

Les samandráttin ella alla frágreiðingina her.

Av tí at ongar kanningar áður vóru gjørdar av, hvørji flugusløg, ið búleikast í føroysku lyngheiðunum, er endamálið við hesi verkætlan, at seta sjøtul á hetta arbeiðið.
Tíðarskeiðið 18. juni til 3. oktober 2025 vórðu flugur innsavnaðar kring Toftavatn. Malaisefellur vórðu settar upp 18. juni og tiknar niður aftur tá kanningararbeiðið á staðnum var liðugt 3. oktober. Fellurnar vórðu tømdar aðru hvørja viku í hesum tíðarskeiði. Í tí sambandi varð savnað inn við glúpi ávís støð kring vatnið í lynglendinum, niðri við vatnið og á vátlendi.
Samanlagt vórðu 59 sløg skrásett. Av hesum eru 53 av sløgunum savnaði inn í lynglendið, 22 sløg vórðu savnaði inn niðri við vatnið og 17 í vátum lendi.
Av hesum innsavnaðu sløgunum eru tvey sløg ongantíð áður staðfest í Føroyum, og harvið nýggj fyri Føroyar. Talan er um ræsifluguna Drosophila suzukii, eitt innræsið slag, sum hevur sín uppruna í Asiu umframt húsfluguna Limnophora olympiae, sum er vanlig í norðaru bretsku oyggjunum.

Spjaldur