Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.12.2022 11:34

Flokkar í politiskalandslagum frá 1906 til nú

Mynd: Tinghúsið 1906

Hugleiðing

Í morgin skulu vit á val og krossurin skal setast. Hetta er altíð ein spennandi dagur bæði hjá nýggjum og gomlum valevnum, samstundis sum vanliga fólkið kring landið spent fylgja við hendan dagin.

Hesuferð eru tað 7 flokkar sum bjóða seg fram. Men soleiðis hevur ikki altíð verið. Flokkar eru komnir og farnir. Meðan aðrir eru minkaðir ella vaksnir. Og onkrir heilt aðrir hava verið sokallaðir døgnflugir og verið til í heilt stutta tíð.

Vit hava kaga eitt sindur aftureftir og hugt eftur nær flokkarnir eru stovnaðir og hvørjir flokkar hava upp gjøgnum tíðina mynda politiskalandslagið og stilla upp til løgtingsval frá 1906 og upp til dagin í dag.

Flokkarnir sum stilla upp í dag kenna vit øll. Teir eru allir flokkar, sum hava nógv ár á bakið, tó við undantakinum av Framsókn, og partvíst Miðflokkinum.

Teir fýra sokallaður stóru flokkarnir, íroknað Sjálvstýrisflokkin, eru allir gamlir ella uppruna flokkar. Men tað hava eisini verið aðrir flokkar, sum hava verið settir á stovn, men síðani eru “gloymdir” av vanliga fólkinum.

Sambandsflokkurin varð sum tann fyrsti flokkurin í Føroyum stovnaður í 1906. Ikki ber til við vissu at dagfesta, nær flokkurin varð stovnaður, men tann 18. August 1906 boða 13 av 22 tinglimum frá í Dimmalætting, at teir hava skipað seg í ein politiskan flokk á tingi, ið nevnir seg ”sambandsmenn”.

Sjálvstýri (fyrr Sjálvstýrisflokkurin og Nýtt Sjálvstýri) varð formliga stovnaður í 1909, men fekk umboð á tingi í 1906. Í 1906 varð Sambandsflokkurin, sum tann fyrsti politiski flokkurin her á landi, stovnaður. Umleið eitt ár seinni, varð Sjálvstýrisflokkurin formliga stovnaður. Ikki ber til við vissu at dagfesta, nær flokkarnir vórðu stovnaðir, tí sum flokkar skipaðu teir seg so við og við. Tó verður vanliga sagt, at Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin báðir vórðu stovnaðir í 1906.

Javnaðarflokkurin varð stovnaður 25. September 1925. Í høvuðsheitum vóru tað teir somu, sum frammanundan høvdu lagt lunnar undir Socialistisk Ungdomnsforbund (SUF) og Thorshavn Arbejderforening, ið tóku stig til at stovna flokkin. Flokkurin broytti í 2010 navn frá Føroya Javnaðarflokkur til Javnaðarflokkurin.

Vinnuflokkurin var ein konservativur politiskur flokkur sum var stovnaður í 1935 av nøkrum vinnulívsmonnum, við Thorstein Petersen á odda. Vinnuflokkurin og fólk sum rýmdu úr Sjálvstýrisflokkinum stovnaðu Fólkaflokkin í 1939 við Jóannes Patursson sum formanni og Thorstein Petersen sum næstformanni.

Hin føroyski Fólkaflokkurin (radikalt sjálvstýri) varð stovnaður í 1939. Tá Sjálvstýrisflokkurin fór í tvíningar í 1938, kastaðu vinnufloksfólk og tey sjálvstýrisfólk, sum fylgdu Jóannesi Paturson bónda, saman og stovnaðu Fólkaflokkin í 1939.

Tjóðveldisflokkurin varð stovnað á fundi 22. og 23. mai 1948 við navninum Tjóðveldisflokkurin. Flokkurin varð stovnaður av tí at føroyska tjóðveldið ikki varð stovnsett eftir fólkaatkvøðuna 14. September 1946. Á landsfundi 14. september 2007 broytti Tjóðveldisflokkurin navn til Tjóðveldi.

Kristiligi Fólkaflokkurin, Føroya Framburðs- og Fiskivinnuflokkur varð vanliga bert nevndur Kristiligi Fólkaflokkurin. Flokkurin stillaði upp til løgtingsval fyrstu ferð í 1958 sum Framburðsflokkurin, og síðstu ferð í 1998. Grundvirðini sum flokkurin var stovnaður á vóru konservativ, sum vendu sær til fiskimenninar og teir kristnu veljararnir. Í 1992 rýmdu tveir persónar úr flokkinum og stovnaðu Miðflokkin.

Verkamannafylkingin var ein vinstrasinnaður politiskur flokkur. Hann var stovnaður av misnøgdum javnaðarveljarum úr fakfelagsrørsluni. Verkamannafylkingin var umboðað á løgtingi frá 1994 til 1998. Ingeborg Vinther frá Verkamannafylkingini var fyrsta kvinnuliga løgtingsumboð valt í Suðuroy.

Miðflokkurin varð stovnaður 30. mai í 1992.  Í 1991 settu nøkur trúgvandi fólk sær fyri at stovna nýggjan politiskan flokk. Tordur Niclasen, løgtingsmaður fyri Kristiliga Fólkaflokkin, Føroya Framburðs- og Fiskivinnuflokk var ein av stovnarum floksins. Á fundi 30. november 1991 á varð gjørt av, at nýggi flokkurin skuldi eita Miðflokkurin. 

Loysingarflokkurin var ein politiskur flokkur, ið stillaði upp til løgtingsval í 1932 og 1940 og fekk ávikavist 0,2 og 1,6 prosent av atkvøðunum. Flokkurin vann onki umboð á tingi. Millum valevnini var fakfelagsleiðarin Andrea Árting, som var valevni fyri flokkin í Suðurstreymoy í 1940. Fremsta mál floksins var loysing frá Danmark.

Hin Stuttligi Flokkurin varð stovnaður í 2004. Flokkurin fekk 747 atkvøður tilløgtingsvalið 2004. Hann hevði ikki nógvar limir umframt formannin Johan Dalsgaard (eisini kendur við navninum Johan í Kollafirið).

Framsóknarflokkurin var ein politiskur flokkur. Flokkurin varð stovnaður tá persónar við Adolf Hansen á odda – í høvuðsheitum frá hansara fyrrverandi flokki Fiskivinnuflokkinum – fóru úr Kristiliga Fólkaflokkinum í 1986. Framsóknarflokkurin stillaði fyri fyrstu og síðstu ferð upp til løgtingsval á løgtingsvalinum 1988, og fekk flokkurin ongi løgtingsumboð.

Miðnámsflokkurin var ein politiskur flokkur. Miðnámsflokkurin varð stovnaður í 2007. Leiðari var Bergur Johannesen. Flokkurin stillaði upp til løgtingsvalið í 2008, men fekk bert 221 atkvøður (0,7%).

Framsókn er ein liberalur tjóðskaparflokkur. Flokkurin varð stovnaður 9. mars 2011. Stigtakarar til Framsókn vóru Poul Michelsen og Hanna Jensen. Poul Michelsen hevði tá verið leysgangari á Føroya Løgtingi í eina tíð, eftir at hann tók seg úr Fólkaflokkinum hin 11. oktober 2010.

Frælsisfylkingin var ein loysingarflokkur. Flokkurin var stovnaður av misnøgdum tjóðveldisfólkum, og stillaði upp til løgtingsval í 1994, men fekk bert 1,9% av atkvøðunum og tískil einki umboð á løgting.

Framtakið var ein flokkur sum stillaði upp til løgtingsvalið í 2019 og vildi verja rættinum at velja kannabis. Fremsta mál hjá Framtakinum, var at læknar skuldu sleppa at útskriva medisinskt kannabis til sjúkar føroyingar.

Føroyaflokkurin var ein flokkur sum stillaði upp til løgtingsval í 2019, og sum stóð fyri tí klassisku liberalismuni har hvør einstakur føroyingur er best førur fyri at taka sínar egnu avgerðir.

Sosialistiski Loysingarflokkurin var stovnaður síðst í 1980´inum og aðalmálið var loysing frá Danmark og hevði flokkurin á øðrum økjum eitt meira radikal sjónarmið enn hinir vinstraflokkarnir; Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin. Sosialistiski Loysingarflokkurin stillaði upp fyri fyrstu og síðstu ferð upp til løgtingsval í 1990 og fekk bert 2,3% av atkvøðunum og tískil einki umboð á løgting.

Hin Føroyski Flokkurin var ein danavinarligur politiskur flokkur. Á odda fyri flokkin stóð Ólavur Christiansen og stillaði hann upp til løgtingsval í 1994. Hin Føroyski Flokkurin fekk 616 atkvøður (2,4 %) og einki umboð á løgting. Stevniskráin hjá flokkinum var at avtaka Heimastýrislógina og innlima Føroyar aftur inn í Danmark.

Keldur: Løgting.fo og wikipedia