Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.02.2023 17:08

Flogbóltsfelagið Ternan á Toftum er 13 ár í dag

Myndir: Nes kommuna

Føðingardagurin varð hildin seinasta sunnudag.

Felagið skrivaði soleiðis fyrr í vikuni:

“Flogbóltsfelagið Ternan hevur nú virkað í 13 ár á Toftum. Og tað hava vit hátíðarhildið í høllini í dag, við kaffi og lagkøku og ikki minni enn tveimum dystum hjá liðunum í bestu deildini.

Hóast tað ikki eydnaðist at vinna nakran av dystunum í dag, so hava vit nógv at hátíðarhalda.

Ternan hevur í dag met nógvar limir og lið í flestu deildunum. Nógv barna- og ungdómslið, og bæði kvinnur og menn í bestu deildini. Tađ er ótrúliga stuttligt at síggja, hvussu børn og ung kunnu mennast og blóma í felagsskapi. Vit eru heppin at hava ein fantastiskan hóp av dugnaligum venjarum. Óteljandi tímar standa teir viđ síđulinjuna og brúka teirra frítíđ og orku uppá okkara børn og ungdóm. Tađ er gull vert.

Alt hetta kemur ikki eftir einum degnum. Tað tekur nógva tíð og krevur nógva orku at byggja upp. Flogbóltsfelagið Ternan varð sett á stovn tann 17. feb 2010. Fyrsta nevndin í felagnum: Alex Troleis (formaður), Katrin Olsen (næstformaður), Helen Højgaard Jacobsen (skrivari) og Hermann Jacobsen (tiltakslimur). Ein hjartans tøkk til tykkum sum byrjaðu og sum hava hildið á øll árini. Tað er tykkum fyri at takka, at vit eru komin so langt, sum vit eru í dag.

Síðani felagið varð stovnað, er tað vaksið nógv og hevur veruliga gjørt seg galdandi í flogbóltshøpi. Sum heild klárar Ternan seg væl í kappingini og hevur fleiri steypafinalur fyri framman.

Eini 150 fólk hava verið framvið í høllini í dag, og tað fløvar og gevur orku til at halda á fram við arbeiðnum í felagnum

Takk fyri í dag tit øll, sum vóru við at feira Ternuna

Viđ flogbóltskvøđu