Mynd: Bjørt Samuelsen
Lesarabræv
Vit hava leingi arbeitt fyri einari smidligari barsilsskipan, sum hóskar betri til barnafamiljur í 2022. Hava fleiri ferðir lagt uppskot fram um tað. Koma vit í samgongu nú, ynskja vit at gera millum annað hesar broytingarnar í barsilsskipanini:
- Klippikortsskipan, har foreldrini sjálvi gera av, nær tey brúka sínar løntu barsilsvikur. Klippikortið kann nýtast yvir tvey ár, og samskipast við arbeiði, um familjan ynskir tað.
- Betri umstøður til foreldur at præmaturum børnum, har barsilin ikki byrjar fyrr enn við heimkomu av sjúkrahúsi.
- Hækka markið fyri útgjaldi.
- Betri umstøður til lesandi og sjálvstøðug vinnurekandi.
- Foreldrini bæði kunnu velja at vera í barsilsfarloyvi í senn.
- Fólk, sum fara av landinum í arbeiðsørindum í avmarkað tíðarskeið, skulu ikki missa uppsavnaði rættindi.
- Fullan barsil fyri hvørt barnið hjá tvíburarforeldrum.
Tíðin er búgvin at hugsa annað, enn bara at leingja barsilsfarloyvið. Vit mugu nýhugsa skipanina og gera hana betri og smidligari fyri øll foreldur og serliga fyri børnini. Við Flexbarsil verður barnið sett í fokus og vit fáa betri møguleika at fáa familjulív og arbeiðslív at hanga saman.
Vel ein, sum fremur í verki. Vel Tjóðveldi.
X við E
Bjørt Samuelsen
Deil á Facebook