Filmshúsið
Filmshúsið hevur í rúma tíð arbeitt miðvíst við at menna førleikarnar hjá føroyskum filmsframleiðarum og at fáa fleiri at taka framleiðaraleiklutin á seg. Higartil hevur javnvágin millum leikstjórar og framleiðarar í Føroyum verið nakað skeiklað, tí munandi fleiri hava virkað sum leikstjórar enn sum framleiðarar.
– Vit hava kanska ikki verið nóg góð til at miðla, hvat leikluturin hjá einum framleiðara fevnir um. Men tá ein filmsverkætlan skal mennast og gerast til veruleika, er sera týdningarmikið, at bæði leikstjóri og framleiðari eru við, sigur Marjun Niclasen, leiðari í Filmshúsinum.
Sum liður í hesum arbeiðinum er kendi danski filmsframleiðarin Signe Byrge Sørensen í løtuni í Føroyum og heldur skeið fyri føroyskum filmsfólkum.
Signe Byrge Sørensen er stjóri og ein av stovnarunum í Final Cut for Real og er fýra ferðir tilnevnd til Oscar® sum framleiðari. Final Cut for Real er eitt danskt framleiðslufelag, sum tilsamans seks ferðir hevur verið tilnevnt til Oscar®. Síðan felagið varð stovnað í 2009, hevur tað lagt seg eftir at framleiða dygdargóðar og skapandi dokumentar- og spælifilmar til altjóða marknaðin. Felagið mennir filmar, sum sameina listarligar ambitiónir við altjóða slagkraft og leggja stóran dent á sterkar søgur við bæði hjarta og endamáli.
Signe Byrge Sørensen kennir eisini væl til føroysku og grønlendsku filmsvinnuna, millum annað gjøgnum NordDok-samstarvið millum Føroyar, Grønland og Danmark. Hon hevur áður verið ráðgevi í sambandi við føroyskar filmsframleiðslur og arbeiðir í løtuni við heimildarfilminum Spiralsagen, sum hon framleiðir í samstarvi við eitt grønlendskt framleiðslufelag.
Føroyski framleiðarin Jón Hammer undirvísir eisini á skeiðnum og er við til at tryggja, at føroysku viðurskiftini, sum ofta eru øðrvísi enn uttanlands, verða tikin við í undirvísingina. Skeiðið í Filmshúsinum endar mánadagin. Vónin er, at luttakararnir fáa bæði ítøkilig amboð og størri innlit í framleiðaraleiklutin, og at skeiðið kann vera við til at styrkja grundarlagið undir fleiri føroyskum filmsframleiðarum.
Filmshúsið vónar og væntar samstundis, at hetta ikki verður seinastu ferð, skipað verður fyri einum framleiðsluskeiði í Føroyum.