Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.01.2023 13:27

Fleiri phishing álop í gongd í løtuni

Mynd: Savnsmynd

Føroya Politi hevur fingið fráboðan um, at fleiri phishing teldupostar eru í umferð í Føroyum í løtuni.

Á myndini, sum er viðheft hesum innleggi, sæst dømi um, hvussu tann eini av hesum teldupostunum sær út.

Í hesum phishing teldupostinum er ein leinkja til eitt OneNote dokument, ið inniheldur eina leinkju til eina phishing heimasíðu, har tú verður biðin um at skriva inn tínar innritanarupplýsingar.

Tær teldupostadressurnar, ið teldusníkarnir megna at fáa atgongd til, verða síðani eisini nýttar til at senda aðrar phishing teldupostar. Sendarirnir av teldupostunum eru tískil veruligar teldupostadressur hjá føroyskum fyritøkum.

Um tú hevur móttikið ein tílíkan teldupost og hevur skrivað inn tínar innritanarupplýsingar, so verður mælt til, at tú skjótast gjørligt broytir títt loyniorð, loggar út av øllum aktivum sessiónum og setur upp tvey-faktor innritan. Eisini verður mælt til, at tú kannar, um nakrar reglur eru settar upp í teldupostkontuni, sum m.a. kunnu gera, at allir inngangandi teldupostar sjálvvirkandi verða strikaðir ella víðarisendir.

Um tú brúkar sama loyniorð á øðrum tænastum á internetinum verður eisini mælt til, at tú broytir loyniorð á teimum tænastunum skjótast gjørligt.