Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.02.2026 15:26

Fleiri hernaðarflogfør yvir oyggjunum (video)

Mynd: Terje Hansen

Í góðveðrinum í dag varnaðust fólk fimm flogfør, heilt tætt saman, sum flugu omanfyri Føroya.

Og hevur hetta eisini gjørt nøkur fólk stúrin í hesum krígstíðum.

Og hevur Eysturoyarportalurin eisini fingið fleiri fyrispurningar um hvat hetta vóru fyri flogfør, og sum heldur ikki sóust á Flightrader24 heimasíðuni.

Í tí sambandi hevur Eysturoyarportalurin vent sær til Uttanríkis- og vinnumálaráðið, sum hevur slík mál um hendi.

Og frá ráðnum eru boðini stutt, at hetta eru donsk F-35 hernaðarflogfør sum eru ávegis til Íslands.

Annars boðaði fyrrvernandi uttanríkismálaráðharri, Høgni Hoydal, frá í 2023, eftir at fleiri hernaðarflogfør høvdu flogið sera lágt runt millum oyggjarnar, at uttanríkisráðið átti at kunnað føroyingar áðrenn og betur, viðvíkjandi slíkum virksemið.

Les: Uttanríkisráðharrin: Átti at verið kunnað um áðrenn

Sí video niðanfyri.

Jóhan Christiansen

Terje Hansen