Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.01.2023 10:12

Fleiri áarlop í Eysturoy í nátt – ikki koyrandi til Selatrað

Mynd: Savnsmynd

Tað hevur regna illa í nátt og vindurin hevur eisini verið nógvur, og av tí sama er blot komið í.

Tað hava verið fleiri áarlop í nátt í Eysturoy. Í nátt varð Elduvíkarvegurin stongdur vegna áarlop og tað sama var landsvegurin ímillum Effo og Strendur. Selatraðbygd er avbrygd nú klokkan 10 í morgun, tí har er ikki koyrandi.

Landsverk sigur, at vandi er fyri áarlopum og skriðulopum um alt landið. Tað hava longu verið stórir trupulleikar og nógvir vegir hava verið stongdir.

Landsverk heitir eisini á bilførarar um at ansa serliga væl eftir í morgun, tí tað er heilt nógvur vindur.