Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.04.2024 14:42

Flaggdagsrøðan 2024 á Eiði

Mynd: Eiðis kommuna

Í ár varð flaggdagsrøðan hildin av forkvinnuni í Eiðis bóltfelag, Sunnuvu Vesturdal.

Góðu Eiðisfólk og gestir, vælkomin til flaggdagshald á Eiði. 

Søgan hjá føroyska flagginum byrjaði í Keypmannahavn í Danmark í 1919. Tað vóru teir tríggir føroysku studentarnir, vinmenninir, Jens Olivur Lisberg úr Fámjin, Janus Øssursson úr Havn og Pauli Dahl úr Vági, sum gjørdu føroyska flaggið.

Eg fari nú at lesa eitt brot úr tí Janus Øssursson hevur skrivað:

Tað var undir fyrra veraldarbardegunum, vit vóru fleiri føroyingar ið lósu til studentsprógv á Sorø Akademi – vit tosaðu ofta saman um føroysk viðurskifti, men flaggspurningurin kom ongantíð upp á mál, hann var ikki í huga okkara tá – tað var ikki fyrr enn vit komu til Keypmannahavnar og tóku lut í studentalívinum har, sum tað livdist í hinum føroyska studentafelagnum.

Tað var gott samanhald ímillum okkum studentar tá, vit vóru heldur ikki so nógvir sum nú, men tíðarandin í síni heild var øðrvísi og merkti okkum.

Søguna um merkið hoyra vit hvørt ár á flaggdegnum, og út frá hesum hava vit hoyrt nógvar flaggdagsrøður við ymiskum evnum. Eg fari ikki at siga meira um søguna hjá Merkinum. Mítt evni í hesari røðu verður felagsskapur, sum Janus eisini nevnir her sum ein av grundunum fyri at Merkið bleiv til veruleika.

Fyri at hava eitt flagg, má man hava ein felagsskap, og tá vit tosa um Merkið, tosa vit um ein felagsskap, sum allir føroyingar eru partur av. Ofta merkja vit, at vit eru partur av hesum stóra felagsskapi – eitt fekst dømi var í januar í Berlin, tá hondbóltslandsliðið hjá monnum spældi javnt móti Noreg, og vit vóru so stolt, eg og nógv við mær høvdu tár í eyganum, tá síðsta málið var skotið og Føroyar javnaðu. Og eftir dystin sungu 3.000 kanska 5.000 føroyingar “Tú alt fagra land mítt “, meðan Merkið bleiv hildið høgt. Tá skuldu vit kanska heldur grátið, tí hvat merkir meira ein felagsskap enn kenslur.

Tað eru nógvir ymiskir felagsskapir, men tann felagsskapurin, eg havi verið mest virkin í, er í ítróttinum. Ítróttur er ein felagsskapur, har endamálið er at vinna. 

At vinna kann merkja nógv. Sjálvandi skulu vit vinna dystirnar og royna at koma so langt sum møguligt, og eigur tað altíð at verða málið hjá einum íðkara og hjá felagsskapinum, men íðkarin klárar ikki at blíva best uttan felagsskapin. 

Í mínari tíð sum forkvinna í EB hava vit vunnið nógvar dystir, sum ongi stig hava givið á stigatalvuni. Ein dyst, sum vit hava vunnið, er at skapa ein góðan og sunnan felagsskap.

Vit hava síðan 2003, tá høllin á Eiði var tikið í nýtslu, arbeitt hart og miðvíst fram ímóti fyrst og fremst at skapa ein felagsskap fyri hondbóltin í økinum. 

Vit hava síðani byrjan ment ein felagsskap, sum rúmar øllum, har breiddin er tað vit fyrst og fremst hava í huga.

Fyri at blíva best í onkrum, krevst at felagsskapurin er góður, men fyri at tað skal eydnast, skulu nógvar hendur taka fatt. Felagsskapurin er so nógv meira enn bara tey sum íðka, og um vit ikki virðismeta hesi sum t.d. baka kakur, vaska klæðir, vaktir, venjara, dómara o.s.f., hava vit ikki ein felagsskap, sum hevur lív laga.  

Líka sum vit eru stolt av at verða føroyingar og blíva rørd tá Merkið verður vundið á stong til ymisk høvi, so eru vit eisini stolt og rørd, tá vit síggja okkara ítróttarlogo til stór tiltøk, her kunnu vit nevna hondbóltsfinalurnar, vit hava verið partur av. Her hava vit sæð, at tað er felagsskapurin, sum samlar øll fyri at heppa á eitt lið og kann hetta, líka sum at síggja Merkið í Mercedes Benz Arena í Týskland, geva okkum ein klump í hálsin. 

Her síggja vit og merkja vit, at vit eru øll ein partur av hesum, og vit eru øll ein partur av nøkrum sum er størri enn vit sjálvi. 

Men er hetta veruliga so? 

Hevur tann góði og sunni felagsskapurin góð kor í okkara landi, har størri og størri dentur verður lagdur á tann einstaka og menningina av egnum evnum uttan at hugsa verður um, at man ger og er onki einsamallur. Hetta er nakað vit eiga og mugu hugsa um. 

Tøl vísa, at tað eru nógv ung, sum hava tað trupult í dag. Grundirnar eru nógvar, og tað er ikki nakað vit finna loysnirnar til her í dag. Men kann tað hugsast, at ein av orsøkunum til hesi ørkymlandi tøl er, at vit hava gloymt hvussu týdningarmikið tað er, at man er partur av nøkrum, sum er størri enn ein sjálvur, har fokus verður sett á heildina, har gleði, sorg og øði er nakað vit eiga saman – har vit gleðast um at okkara liðfelagi far eitt mál, har vit eru óð inn á dómarin saman, har vit tapa og eru kedd sum eitt lið, ein felagsskapur, ein heild.

Felagsskapurin er ikki ein sjálvfylgja, felagsskapurin er eitt val. Tað var tað eisini hjá ungu studentunum á garði. Vit øll hava eitt val. Vilja vit felagsskapin, so mugu vit eisini verða sinnaði til at leggja ta tíð og ta orku í, sum krevst. Gera vit tað, so fáa vit tað fleir falda aftur. 

Tað, sum eg havi fingið, við at geva mína tíð og orku í felagsskapin, fevnir breitt. Eg havi verið við landsliðum uttanlands í fótbólti, havi vunnið greipur og luttøku í Evropa, og hevur hetta verið stórt ítróttarliga, og hava hesi avrik eisini verða grundað á ein góðan felagsskap.

Men at koma inn í høllina ein mikudag og síggja 40 ovur fegin U8 børn til venjing, og ikki minni at síggja svøvnpískaðar tannáringar møta í høllini leygarmorgun kl.10 fyri at hjálpa til, at fara til Danmarkar við 105 børnum frá øllum økinum og á ymiskum ítróttarligum støði; hetta er tað, sum ger at man blívur við, tað er tað lítla í tí dagliga. 

Tí man veit frá royndum, at tað kann bera langt ítróttaliga og man veit, at uttan hesa felagsskapskenslu kemur man onga veg. 

Hetta er ikki nakað bara ítrótturin eigur, tí felagsskapir eru so nógv, vit síggja eisini orkestri her í dag, sum eisini er ein felagsskapur, og var tað ein frá teimum sum helt røðu í dag, var denturin lagdur á okkurt annað, men hevði tað eisini verið felagsskapurin sum gjørdi verkið. 

Felagsskapurin røkkur og fevnir so nógv meira, enn eitt lítið øki ella ávís fólk. Heldur kann man siga, at ítróttur og aðrir felagsskapir samansjóðar fólk úr ymsum økjum og fólk við ymsum bakgrundum. Her kunnu vit nevna okkara øki innan ítrótt, sum røkir frá Hósvík til Tjørnuvíkar, alt sundalagið, Eiði og eisini fólk úr øðrum londum. Tað vit hava til felags er at vit eiga eitt felag og ein samleika, sum vit øll elska og eru stolt av.

Í dag flaggdagin, kann Merkið minna okkum á hetta sama. At vit eru felags um at samansjóða, at vit eru felags um at skapa livilig kor og góðar umstøður fyri øll, sum eru fødd her og fyri øll, sum hava valt at búseta seg her á landi. Savnandi hongur Merkið í dag í húnarhátt, og vónandi kann tað í okkum øllum skapa kensluna av at hoyra til og at hoyra saman. 

Við Merkinum markera vit nógv ymisk høvi, bæði í gleði og í sorg. Til halgidagar, hátíðardagar, rundar føðingardagar og ítróttaligar hendingar verður Merkið vundið á stong. Her kann nevnast, at tað hvønn sunnudag verður flaggað, tá EB/Streymur spælir dyst. 

Persónliga kann Merkið eisini hava týðandi leiklut. Ein hending í mínum lívi, har flaggið var tað týdningarmesta at minnast til var, tá eg gekk tað síðsta av teimum 340 fjøllunum í Føroyum. Við klumpi í hálsinum veittraði eg við merkinum á Sandfelli, tá eg hevði gingið tað vit kalla topp Føroyar, meðan tey, sum vóru við stóðu rundan um og klappaðu.

Eg haldi, at vit, sum eru samlaði her í dag, skulu hava sum mál at arbeiða fyri einum góðum og sunnum felagsskapi, og tað gera vit við at leggja okkara tíð og orku í tað, sum er størri enn vit og okkara børn.

Góðan flaggdag øll somul