Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.05.2023 08:48

Flaggdagsrøða hjá Bjarna Kárason Petersen

Myndir: Runavíkar kommuna

Flaggdagsrøða á Skála hjá Bjarna Kárason Petersen, landstýrismanni í lógarmálum

Góðu skálafólk, góðu føroyingar

Hóast vit hava sæð heitari dagar í ár enn júst í dag, so er várið so hálvsmæðið byrjað at kaga fram her á landi. Smálombini, sóljurnar og páskaliljurnar seta aftur sín dám á vøkru náttúru okkara, og eftir ein langan og kaldan vetur eru heitari og ljósari tíðir at hóma.

Hetta ber meg aftur til tíðina, tá eg sum smádrongur spældi við heimalombini á bønum uttanfyri hjá ommu og abba – Marnu og Niels, ella vassaði undir brúnni, tvørtur um Kumlá skamt hagani. At Skála bygd var ein so stórur partur av mínum barndómi eri eg sera takksamur fyri, og er tað enn eins hugaligt og tá, at leita leiðina norður at vitja bygdina og familjuna.

Várið er ímyndin av bjartkygni. At tað fyrr ella seinni klárnar og er mann í einum av lívsins aldudalum, ber várið boð um, at tað fer at batna.

Ein onnur lívgevandi ímynd av bjartskygni, er hin hvíti dúkurin við reyða krossinum og bláu rondini, ið Jens Olivur Lisberg og aðrir góðir menn, undir lesnaði Keypmannahavn evnaðu til í 1919. Tjóðskaparrørslan kring evropeiska meginlandið gjørdi veruliga um seg hetta tíðarskeiðið og Føroyingar tóku skjótt hesa rørslu til sín. Tí hvat annað fólkaslag hevur so sterkan samleika enn føroyingurin?

Sum Poul F. yrkti

Vit eru Føroyingar, serstøk tjóð

við felags lagnu eitt felagsblóð,

og felags minni

so mong tú finnur

úr tíðarflóð.

Gróðrarlíkindini fyri eina nationalromantiska rørslu í Føroyum vóru sostatt góð. Tí valla var tað trupult at skilmarka, hvat Føroyar var og hvat ein Føroyingur var. Okkara land, mál, mentan og siðararvur var bindiliðið okkara millum. Eftir var at tilevna eitt merkið til at umboða okkum.

Og hvør teirra mundi hava ímyndað sær, at føroyingar 104 ár seinni vinda merkið á stong fyri at fráboða, at hetta er Føroyar og vit, føroyingar?

Fyri meg er Merkið ein klettur, tá ið harðast leikar á. Ein ímynd av tjóðini. Ein savnandi megi og áminning um okkara tjóðskap, mentan, og okkara áhaldandi arbeiði at byggja land. Ein ímynd av bæði tí himmalska og tí gerandisliga. Uppruna Merkið frá 1919, hongur í kirkjuni í Famjin, men er merkið eisini at síggja til bæði ítróttarstevnur, reisigildi, halgidagar, ólavsøku, á føðingardagsborðinum, á høgum fjallatoppum eins væl og á mastrartoppum á sjónum.

Í gaman og álvara, gleði og sorg fylgir merkið okkum. Ein trúgvur fylgisveinur, sum minnir okkum á, at vit ikki eru einsamøll, men eru í felagsskapi og ferðast gjøgnum hetta lívið saman sum fólk og deila eina felags lagnu.

Tað eru sum áður nevnt ljósari tíðir at hóma. Men í ljósinum hómast eisini skuggar av tí ókenda og vit ganga óvissum tíðum á møti.

Tað var hin 24. februar í fjør, at Russiska hervaldi gjørdi innrás í Ukraina. Ófriður, orkukreppa, prísvøkstur, hernaðardubbing hava verið yvirskriftirnar at kalla hvønn morgun. Hetta hevur sett síni spor í okkum øll. Ikki minst hevur hetta sett síni spor á teir gott 200 ukrainarnar, ið hava leitað sær friðskjól í Føroyum.

Hugsi um, hvat teirra merki hevur at siga fyri tey. Eyðkenda Bláa og gula flaggið, er eftirhondini ein altjóða ímynd av stríðnum fyri frælsi og sjálvræði og nøkrum so grundleggjandi, sum at hava loyvi til at vera til sum fólk. Ukrainska fólkið hevur søguliga verið kúgað av russiska stjórnarvaldinum, bæði undir Soviettíðini, undir hungurtýðningini – holodomor – og enn tann dag í dag. Ukrainar stríðast við vápnum fyri at yvirliva sum land og fólk, men fyri russisku stjórnini er bert tað, at ukrainar halda fast við, at tey eru serstakt fólk, við egnum máli, merki og mentan, eitt slag av uppreistri. Sum onkur tók til: Leggja russar vápnini, er onki kríggj; leggur Ukraina vápnini, er onki Ukraina.

Hetta er ein áminning um, at vit ikki kunnu taka okkara egna samleika fyri givið, og mugu ansa væl eftir honum, og verja hann. Okkara samleiki og sjálvræði kemur ikki av sær sjálvum. Mann má stríðast fyri tí.

At merki bleiv viðurkent er eisini ein beinleiðis avleiðing av einum kríggi millum fræls lond og einaræði. 9. apríl 1940, sama dag sum Danmark varð hersett av Týsklandi, undir seinna heimsbardaga, byrjaði sluppin Eysturoyggin at flagga við Merkinum. Hetta tí at danska flaggið ikki kundi brúkast, meðan Danmark var hersett av Týsklandi. Boðini frá bretska hersetingarvaldinum 25. apríl 1940, vóru fyrsta almenna viðurkenningin av, at føroyingar høvdu sítt egna tjóðarmerki. Nú kundu føroyskir sjómenn sigla øll heimsins høv undir egnum tjóðareyðkenni.

Viðurkenning er sostatt ikki at undirmeta ella forsmáa. Tí er tað eisini sera týdningarmikið at stríðast fyri at virka, íðka og umboða okkum sjálvi undir merkinum, tað veri seg til olypisku leikirnar, í Norðurlandaráðnum, til fríhandilssamráðingar og úti í heimi annars.

Kríggið hevur ført við sær, at vit nú hava á leið 200 ukrainar í Føroyum og nógvar aðrar útlendingar við. Tað reisir spurningin: hvat er í grundini ein føroyingur og hvat skal ein føroyingur vera?

Tí eftirhondini eru tað sera nógvir tilflytarar í Føroyum, sum hava tikið føroyska samfelagið til sín. Tey hava tikið málið til sín og mentanina við. Merkið er nú eisini teirrara merki.

Tað reisir spurningin, um tú bert er føroyingur, um tú kann fara nóg langt aftur í kirkjubøkurnar ella um tað kanska ikki eru onnur ting, ið gera ein til føroying. Tað er uttan iva nakað, sum eitur eitt serføroyskt sinnalag og ein føroyskur verumáti. Onkur vil vera við, at tað at vera føroyingur, er ikki at klappa aftaná tjóðsangin ella aftaná eina heldur buldrasliga lending vesturi í vágunum. Onkur annar sær tað sum treyt, at tú gongur við hondunum um bak ella í buksulummunum. Summi halda, at tú kann eyðmerkja føroyingin á Strøgnum í Keypmannahavn, um hann í blikalogn heldur hendurnar fram um tendraran, fyri at festa sær í.

Eisini sigst føroyingurin at vera tiltikin fyri Kaj Bojesen apuna á hyllini, Royal Copenhagen í vitrinuskápinum, Victorinox í skuffuni ella hin tiltikna pílagrímsferðin við Norrønu til Jylland, at fylla bilin við Ikeamøblum.

Men eg haldi, at tað at vera føroyingur, ikki er ein spurningur um lutir ella verumáta. Heldur er tað ein spurningur um virðir. Næstrakærleiki, gestablídni, gávumildni. Tað, at vera har fyri onnur, tá ið á stendur og at hjálpa til, tá ið tørvur er á tí. At seta føtur undir egið borð og at verða frælsur. Stóri kærleikin til djóralívið, plantulívið og náttúruna her á landi.

Eftirhondini verða tað fleiri og fleiri føroyingar, sum ikki eru føddir í Føroyum ella tosa føroyskt sum fyrstamál. Ella hava grønt pass ella hava sítt navn skrivað í eina kirkjubók. Men tey liva millum okkum og eru partur av okkara samfelagi. Undir Merkinum hava vit øll sama virði og eingin er meiri føroyingur enn nakar annar. Lat okkum tí vísa øllum tilflytarum, sum koma henda vegin, hvat tað veruliga merkir, at vera føroyingur. Vísa næstrakærleika, gestablídni, gávumildni. At vera har fyri hvønn annan og koma hvørjum øðrum við.

Tilflytarir gera okkum ríkari sum fólk og tjóð. Tí samstundis, sum vit skulu halda fast uppá tey grundleggjandi virðini, so mugu vit mennast og broytast. Vit mugu draga íblástur úr útheiminum og ikki byrgja okkum inni. Vit eru ein partur av heiminum og heimurin ein partur av okkum.

Ein greið áminning um hetta var, tá ið støða skuldi takast til flóttafólk úr Ukraina. Politiska skipanin í Føroyum arbeiddi bæði skjótt og væl – og ikki minst – saman.

Hans Andrias Djurhuus skrivaði á sinni at: saman at standa, var ei okkum givið. At sundurlyndið onkursvegna er okkum íborið og at vit Føroyingar ikki megna at semjast um nakað.

Gamaní eru vit mangan ósamd – soleiðis er í einum fólkaræði. Soleiðis eigur tað at vera og soleiðis er eisini í øðrum fólkaræðum. Men ongin ósemja er nóg stór til, at vit ikki aftaná eitt kjak, har bylgjurnar kunnu ganga høgt, minna okkum sjálvi og hvønn annan á, at vit ynskja øll tað besta fyri Føroyar. Tað er eisini í krepputíðum, at vit veruliga sanna hetta. Tá ið Varðin brendi á Tvøroyri. Tá ið Corona rakti. Skalvalopið í Klaksvík. Fyri ikki at nevna tað sterka samanhaldið og samfelagssinnið, tá ið eitt skip ella bátur er gingin burtur, har kona og børn mangan hava sitið eftir. Tá leggja vit ósemjurnar til viks, bjóða inn, stuðla og hjálpa, so væl sum vit kunnu. Tað er fyri mær fólkasálin, sum Merkið umboðar og skal umboða.

Sum áður nevnt, so hava vit eina felags lagnu. Vit hava valt hetta samfelagið, hetta landið. Vit hava, eins og í hjúnabandinum, valt at liva við hvørjum øðrum. Eins og við hjúnabandinum, so er mann ikki altíð samdur. Men kærleikin er sterkari enn nøkur ósemja. Tað haldi eg, at merkið ber boð um.

Sum Hans Andrias Djurhuus skrivar

So mikið er prentað, og mikið er sagt
um teg og um vesaldóm tín,
so sárt hava mangan teg synirnir rakt,
tó enn hevur ikki títt merki tú lagt,
títt snjóskæra drotningarlín.