Runavíkar kommuna
Leygarmorgunin 23. mars skipað Roysnið fyri FM-kapping í 10 km renning á Fjøruvegnum. Runnið verður á strekkinum frá Samskip inn til íbindingina oman á Bakka. Og í hesum sambandi verður Fjøruvegurin stongdur frá Samskip til beint uttanfyri omankoyringina á Bakka í tíðarbilinum kl. 09.00-11.30. Víst verður til ovara vegin hetta tíðarskeiðið.