Mynd: KVF
KVF skrivar í dag, at sjøtul er nú settur á innasta partin av Fjøruvegnum í Runavíkar kommunu.
Samlaði vegateinurin gongur frá tunnilsmunnanum í Rókini um Runavík, Saltangará og inn á Glyvrar, har hann verður bundin í vegin oman móti Bakkafrosti.
Vegurin sum nú skal gerast, skal verða liðugur áleið um eitt ár. Hann kemur kostar umleið 30 mió. krónur.
Allur Fjøruvegurin tilsamans fer at kosta áleið 100 milliónir krónur.
Løgtingið hevur játtað at rinda 55 milliónir, og Runavikar kommuna rindar so tær írestandi 45 milliónir.
Deil á Facebook