Almanna- og mentamálaráðið
Í sambandi við fjølmentanarvikuna, sum Tórshavnar kommuna hevur tikið stig til, men sum hesaferð sum varð sett í Sunda kommunu fríggjadagin, var ætlanin at Sirið Stenberg skuldi halda hesa røðu. Av tí at henni tíverri barst frá at møta, játtaði Jógvan Kruse, borgarstjórin í Sunda kommunu, tí at halda røðuna fyri hana. Takk fyri tað, og framhaldandi góða fjølmentanarviku!
Røðan kann lesast her:
Góðu tit øll
Av hjarta takk fyri høvið at bera røðu fram til setanina av Fjølmentanarvikuni. Tað taki eg sum ein stóran heiður, og tað gleðist eg um.
Sunda kommuna er í ár vertur fyri almennu setanini av Fjølmentanarvikuni, sum er eitt átak har vit fagna, fevna og viðurkenna ymisku mentanirnar, sum eru í Føroyum. Fjølmentanarvikan er eitt integratiónsátak, sum Tórshavnar kommuna hevur sett í verk. Vit síggja nú, at fleiri átøk eru kring landið. Og Føroyar er nógv broytt seinnu árini. Vit eru blivin fjøl- ella fleirmentað og fleirmælt. Tað er gott fyri okkum.
Ofta haldi eg meg hoyra, at mentanarmunurin er so stórur millum ymisku londini. Tað er kanska nakað um tað, men soleiðis kann eisini vera bara millum hús í sama grannalagi. Men mentanarmunurin er eisini tað, sum skapar fjølbroytni og ger tað spennandi og læruríkt at vera menniskja.
Tó so skulu vit heldur royna at leggja dent á, hvar og hvussu vit kunnu møtast. Ikki bara leita eftir munum, men eftir hvat er felags. Størsti felagsnevnari er, at vit øll eru menniskju. Mentanin hinvegin er ofta tað, vit savnast um, tað sum byggir brýr, skapar eitt fjølbroytt og spennandi samfelag. Mentanin er tað, sum bindur okkum saman og gevur lívinum innihald. Tí eru mentanin og mentanarátøk størsta integratiónspallur sum er.
Tá ið eg var barn vóru vit ikki so von við fólk, sum høvdu annan uppruna enn føroyskan. Men so hendi tað, at vit fingu ein indiskan lækna í 70-unum, og vit blivu grannar. Eg minnist enn hvussu bergtikin eg var av, hvussu vøkur konan var. Hon gekk í sari, hevði flott uppsett hár, prikk í pannuni, ring í nøsini og glitraði øll sum hon var. Vit stóðu bara og gapaðu. So vakurt fólk høvdu vit børnini á garðinum ongantíð sæð. Vit blivu øll skjótt sera væl. Eisini tí tey høvdu børn, sum vit spældu við og blivu vinkonur við. Eitt tað besta var at sleppa at spæla inni hjá teimum og sita við sminkuborðið og smuksera seg.
Eg minnist eisini matin. Vegetarmatur, tá ið 70-unum. Tað var ikki vanligt. Men vit royndu alt. Spennandi var og væl smakkaði. Tey búðu í Føroyum í eini sjey ár tá, og vit blivu lívslangir vinir. Vit hava seinni verið í India og vitjað, tey og tey hava verið aftur her. Tá ið vit komu inn til tey í India, var heimið skrýtt við føroyskum tingum og Annika Hoydal og Harkaliðið rungaðu í hátalarunum. Tað var so serligt at uppliva. Og enn elska tey Føroyar og skilja nakað av málinum aftaná yvir 40 ár.
Tey tóku nógv av føroysku mentanini til sín og vit tóku eisini nakað av indisku siðunum til okkara. Soleiðis fingur vit øll eitt ríkari lív. Tað er tað, sum ein góð integratión gevur. Øll fáa nakað gott.
Hetta er bert eitt dømi um, hvussu tað kann ganga, tá ið vit møta hvør øðrum við opnum sinni. Og tað fær meg at hugsa um, at tað í lívinum altíð er gott at møta fólki við hugburðinum hjá Rasmus Klump, sum segði at “Ein fremmandur ella ókendur er ein vinur, sum tú ikki hevur møtt enn”
Tað er nokk so sigandi, at júst Sunda kommuna tekur fjølmentanarvikuna til sín. Kommunan er samansett av fleiri bygdum; Hósvík, Hvalvík, Streymnes, Haldórsvík,Langasandur, Tjørnuvík, Saksun, Gjógv, Norðskáli, Oyri, Oyrabakki.
Tit vita, hvat tað vil siga at samansjóða sjálvstøðugar bygdir í eina felagskommunu. Fyri so vítt er tað ikki so nógv øðrvísi við menniskjum. Tað snýr seg um at byggja upp álit og góðar relatiónir, um opinleika og at vera sinnaður at møta hvør øðrum, at vilja samstarva og at lurta eftir hvørjum øðrum. At fáa øll at liva og virka í eini eind. Ikki soleiðis at øll skulu vera eins, men heldur soleiðis, at øll hava sín serstaka samleika í felagsskapinum. Júst sum bygdirnar. Hóast tit øll eru í Sunda kommunu, so ivist eg onga løtu í, at hvør bygd hevur síni sereyðkenni. Soleiðis er menniskjan eisini.
Tað er eisini serligt, at tykkara kommuna er spjadd á tvær oyggjar. Brúgvin um Streymin knýtir tykkum saman. Integration er eisini at byggja brýr. At byggja brýr millum menniskju. At vera eitt slag av undirstøðukervi, sum vit øll kunnu ferðast og ganga lívsins gøtur á.
At byggja sambond millum menniskju er sum at byggja brýr. Tað tekur tíð og orku at byggja brýr, men tá ið tær einaferð eru bygdar eru tær sterkar og varandi súlur. Tær bera.
Í einum heimi har vit eisini uppliva, at nógv orka fer við at byggja múrar, bæði fysiskir og millum fólk, eiga vit heldur at leggja orku í at byggja brýr. Tá kunnu fólk trívast, støðast og mennast.
Fyri nøkrum árum síðan luttók eg á eini norðurlendskari verkætlan um, hvussu vit kunnu menna smápláss. Nógv hugskot vóru, men serliga ein niðurstøða, sum bygdi á royndir, stendur enn eftir nú fleiri ár seinni, og tað var, at í tí eini bygdini, sum hevði havt góðan trivnað og framgongd, varð sagt, at størsta tilfeingið í samfelagnum vóru tey sum fluttu til. At tað at fáa tey fólkini virkin í samfelagnum, hevði havt avgerandi týdning. Tey komu við nýggjum eygum, nýggjum hugskotum og øðrvísi hugsanum. Og her hava vit øll eina uppgávu. Kommunur, frítíðarfelagsskapir, ítróttur, bindiklubbar, grannar og allir teir mátar vit annars koma saman uppá. Vit kunnu øll gera nakað. Vit eru øll medmenniskju og hava øll bæði møguleika og ábyrgd at gera nakað fyri hvønn annan. At sameina, bjóða inn, vitja, smíla, tosa, spyrja, vera forvitin uppá ein góðan máta, at hjálpa o.a. Øll kunnu spyrja seg sjálvan, nær bjóðaði eg seinast nøkrum inn í mín felagsskap og inn í mítt lív?
Land og kommunur eiga eisini stóra ábyrgd at tryggja góða integratión við undirvísing, ráðgeving, vegleiðing og øðrum, men tað er givið, at tað verður ikki einans tað, sum fær fólk at trívast, hóast tað hevur ómetaliga stóran týdning. At vera partur av felagsskapinum er avgerandi. At kenna seg hoyra til. Og har eiga vit øll ein leiklut.
Tá ið vit vita eitt sindur um mentanina hjá hvør øðrum, hava vit lættari við at møtast og skilja hvønn annan. Tí er ein fjølmentanarvika eisini so týdningarmikil, tí tá fáa vit brellbitar av mentan, lív og tilveru hjá hvør øðrum. So skjótt vit vita eitt sindur, vera vit tryggari og tora betri. Soleiðis kunnu vit læra um hvønn annan, fagna og fevna ymisku mentanirnar og gera lívið hjá hvør øðrum so nógv meira litríkt. Fjølmentanarvikan verður eitt rúm at hittast í og eitt høvi at skapa sambond.
Tað er soleiðis í dag, at fólk eru nógv upptikin og burtur úr bygdunum ein stóran part av degnum. Lokalu bygdastøðini, har man nattúrliga hittist, eru eisini antin burtur ella nógv minkað í vavi. Tí er eisini neyðugt at skipa fyri átøkum, har høvi er at møtast. Fólk hava tørv á tí. Tað er ikki so einfalt sum nógv halda, at bara man býr í eini bygd so kemur man at kenna øll. Saman mugu vit skapa fortreytir fyri samveru.
Tá ið eg var barn, og vit fóru norðureftir at ferðast, var tað nakað heilt serligt at koyra um brúnna um Streymin. Vit steðgaðu altíð við bensinstøðina og fóru inn at eta. Har var eitt kafeteria. Eg fekk eplakaku og Murcia sodavatn og so sótu vit og hugdu út, meðan bilarnir koyrdu um brúnna. Tað var Føroya fyrsta brúgv, og eg havi lisið onkrastaðni at brúgvin er fyrsta brúgv um Atlantshavið til bilferðslu. So vit vóru ambitiøs á samferðaluøkinum longu tá.
Lat okkum eisini vera framsøkin á integratiónsøkinum. Tað kemur at geva okkum so ómetaliga nógv gott aftur, Og lat okkum brúka brúnna sum fyrimynd og vera brúgvabyggjarir millum menniskju. Skulu vit ganga leiðina til lívið hjá hvør øðrum, mugu vit byggja brúgvar at ganga á.
Eftir er bert at ynskja øllum eina góða og gevandi fjølmentanarviku. Við so spennandi og fjølbroyttari skrá so kann tað bara blíva gott.