Mynd: Sjovar.fo
Leygardagin 15. oktober kl. 17 verður eitt fjølmentanarligt tiltak í bygdahúsinum á Strondum.
Tiltakið er ein liður í Fjølmentanarvikuni, sí meir um hana her.
Á tiltakinum í bygdahúsinum fara borgarar úr Sjóvar kommunu ættaðir úr øðrum londum at vísa fram ymiskt úr egnum heimlandi.
Tiltakið byrjar við, at umboð fyri Sjóvar Kommunu setir tiltakið, áðrenn kórið “Silvitni” við Cinthiu Gonzáles Parada á odda framførir nøkur løg.
Síðani fer kroatiska Dijana Savic at hava eina stutta framløgu um mentan og siðir úr heimlandinum.
Eftir hetta verður boðið inn í prýddu høllina, har eygu, oyru og smakkleykir fáa forvitnisligar og øðrvísi upplivingar. Her fáa øll vitjandi møguleika at royna mat úr ymsum matmentanum, meðan tey leggja oyru til orð og tónar úr fjarskotnum londum. Fjølbroyttu smakkiroyndirnar umboða fylgjandi lond:
- Kili
- Peru
- Kroatia
- Turkalandi
- USA
- Japan
- Filippinunum
Vit vóna, at tikið verður væl ímóti hesum tiltaki. Góð undirtøka stuðlar og fagnar teimum ymisku mentanunum, ið virka og hava sítt lív mitt í okkara egna samfelagi.
Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Deil á Facebook