Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
31.05.2025 22:51

Fjølbroytt orgulkonsert í Gøtu kirkju Sunnudagin kl. 16.00

Komandi sunnudag 1. juni kl. 16.00 spælir Símun Hammer eina Summartóna konsert á góðar 40 min. í Gøtu kirkju.

Verkini, ið verða framførd skifta millum klassiskan virtuosan barokk, franskan romantikk og føroysk orgulverk:
1) J.S. Bach: BWV676: Allein Gott in der höh (trio-koralur)
2) Pauli í Sandágerði: Altartalva barnanna í Engum
3) Alexandre Guilmant (1837-1911): Brot úr Symfoni (Sonata) no.1
4) K. Bæk: Koralur yvir Til okkum her á lágum støðum
5) Improvisatión yvir “Tad er ein stutt og stokkut løta”
6) Diedrich Buxtehude: BuxWV 149, Preludium g-moll

———-
Konsertin er partur av Summartónum, har endamálið er at spæla føroyskt framleiddan tónleik, so tú fært uml. 40 min. av væl valdum orgultónleiki, har skift verður millum føroysk og útlendsk orgulverk – vónandi kemur tú.