Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.02.2026 13:00

Fjalt grót komið undan kavi eftir nógv brim (myndir)

Nógv grót at síggja. Soleiðis sá sandurin út í síðstu viku. Mynd: Eysturoyarportalurin

Eyp grein

Landsynningur og nógv brim seinastu nógvu vikurnar í 2026 hava sett síni spor í sandin í Syðrugøtu.

Vanliga hevur sandur verið at sæð mest sum allastaðni, men í seinastuni er komið undan kavi stórir steinar og malagrót undan uttanfyri sokallaða verndargarðin, sum bygdur er í 1940´inum.

Áðrenn verndargarðurin varð bygdur, gekk bakkin valla beint oman á sandin. Mynd: Johannes Klein 1898

Í 1937 hevði syðrugøtumaðurin Jacob A. M. Øre eina grein í Dimmalætting. Tað var eftir stóra skaðabrimið sum hevði verið veturin 1936-37, og sum hevði setti hol á kjakið um at byggja ein verndargarð, fyri at verja bakkan og bygdina fyri stóra briminum. Undan komu bæði mannabein, gravir og laðað grót, sum menn ikki vistu um.

Hann skrivaði soleiðis:

“Tað hevur nú verið heldur baldrut í longri tíð – brimið hevur staðið í græsið í vikuvís, meðan stormurin hevur sungið í klettum og homrum.

Syðrugøta er ein gomul bygd, sum flest øll kenna av ferðingatúrum og fundartúrum. Hon liggur heldur opin fyri havinum, er tí kend sum eitt tað versta brimpláss á oyggjum okkara.

Undir stóra briminum í 1936-37 varð brimið heldur stórt og stóð langt niðan, og rennisjógvurin var skjótt mentur at máa bakkan millum áirnar.  Tað vardi heldur ikki leingi, fyrr enn vegurin í einum stað helt á at fara. Meðan brúgvin ið styðjar vegsambandið millum Húsgarð og næsta býling, stendur sum hon stóð, er vegurin eitt fitt strekki tikin burtur av sjógvi, so bilarnir ikki kunna koyra inn í bygdina.

Eisini øskudungarnir stóðu unidr veðrinum fyri skotum her um leiðir, har ímillum fór ein, ið kallast Lutøskudungin, at siga allur. Navnið á hesum dunga kemur av, at frá gomlum døgum var seyðurin úr størsta hagaparti, Norði í haga (19 merkur) býttur sundur. Siðurin verður brúktur enn.

Mynd frá beint eftir seinna heimsbardaga.

Tá ið hesin dungi varð mataður burt, funnu menn nakrar gravir við mannabeinum í, sum eingin hevur vitað um. Dr. Kofoed í Klaksvík var í bygdini sama dag, garðurin var funnin, og hann varð biðin um at koma at hyggja at staðnum. Hann kundi alt fyri eitt síggja, at beinini vóru av fólki, og tað er ivaleyst ein gravstaður frá teirri fyrstu tíð, Føroyar hava verið bygdar. Seinni eru funnar enn fleiri restir av fólkabeinum, 4-5 gravir tilsamans, og tað vísir seg, at tað funna hoyrir til ovarar part av garðinum – hinar gravirnar mugu altso vera farnar út av sjógvi, uttan at nakar hevur givið sær far um tað.

Um ódnarveðrið og brimið hevði vart longur, so hevði komið at staðið á fleiri neystum og hjøllum og kanska eisini húsum, tí Millum áirnar standa fleiri heldur niðalaga. 

Fleiri stórir steinar, sum hava staðið fleiri mannaminni niðri í fjøruni eru farnir út av brimið, aðrir bóltaðir eitt fitt stykki. Menn plaga at taka til „Stórabrim” fyri 63 árum síðani; tað skal hava verið størri enn hetta, men tá stóðu steinarnir, ið nú fóru, kortini kvirrir og fastir.”

Eisini fornfrøðingurin, Sverri Dah,l skrivar um stóra brimið veturin 1936-37 í “Tvey forminni í Syðrugøtu” sum stendur í einum bindi í Varðanum. Hann skrivar m.a. soleiðis:

“Komin oman á sandin tann 22. februar 1940 sást beinanvegin, at arbeiðið við garðinum var komið so langt, at ógjørligt var at fáa í lag nakra rættuliga rannsókn; men í støðum sýntist millum garðin og bakkan vera atkomandi og í einum staði tóktist vera laðað grót. Við hjálpmonnunum, ið eg hevði fingið frá sóknarstýrinum, var tí sett á at grava í hesum lendi”.

Í 1939-40 samtykti sóknarstýrið í Gøtu at gera ein uml. 70 metur langan verndargarð allan vegin niðan fyri bakkan, sum stendur enn og sum vit kenna í dag og er ein kend mynd frá m.a. G! Festivalinum.

Í 1940, eftir at verndargarðurin varð bygdur, var nógvur mógvur at síggja uttanfyri hendan garðin, og skilligur farvegur av steinum, ið ligið hava har og sum helst hava verið laðaðir.

Spurningurin er so, um alt grótið, sum nú er komið undan aftur seinastu dagarnar, er grót frá t.d. gomlum gravum, laðaðum gørðum, húsum, neystum ella øðrum frá fornari tíð.

Longu fáar dagar eftir at myndirnar vóru tiknar, var alt grótið burtur og goymt aftur undir sandinum.

Myndir: Eysturoyarportalurin

Spjaldur