Sunda kommuna
Í morgun høvdu vit sera fitta vitjan av børnum á dagstovninum við Kráir, ið gingu lucia á kommunuskrivstovuni. Aftaná lucia gongdina og jólasang fingu børnini pakka frá borgarstjóranum og eina frágreiðing um hvat kommunan ger.
Sum siður hevur verið seinastu árini, so var elsti árgangurin á dagstovninum við Kráir og gekk lucia fyri okkum í morgun. Tíggju sera fitt og røsk børn, ið dugdu so væl at framføra.
Aftaná fingu tey pakkar, og eisini fingu tey høvið at seta spurningar og ynskir til borgarstjóran. Børnini hildu fyri, at ein alvorliga stórur rusjibani, og eitt gott spælipláss stóðu ovast á ynskilistanum. Tá tey vórðu spurd, um tey ein dag ætlaðu at verða borgarstjóri í kommununi, so rættu øll fingurin upp. Aftaná vitjanina vóru vit sannførd um, at onkur teirra hevði ein borgarstjóra í búkinum.
Aftaná vitjanina fóru børnini at ganga lucia fyri búfólkunum á Mørkini.
Vit í Sunda kommunu takka fyri fittu vitjanina, og tónarnar frá hesum sera fittu børnunum.




Myndir: Sunda kommuna
