Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Nú eru yvirlitini “Ognaryvirlit” og “Fiskirættindi” tøk fyri 2025.
Endamálið við útgávunum er at tryggja gjøgnumskygni, soleiðis at fólk á einfaldan hátt fáa yvirlit yvir, hvørji samtøk, feløg ella persónar eiga fiskiførini í føroyska fiskiflotanum, og hvussu fiskirættindini eru skipað og býtt.
Útgávan “Ognaryvirlit 2025” vísir, hvørji samtøk, feløg ella persónar eiga fiskiførini í føroyska fiskiflotanum.
Útgávan “Fiskirættindi 2025” er eitt yvirlit yvir fiskirættindi hjá føroyskum fiskiførum.
Yvirlitið er bygt upp í trimum stigum:
1. Bólkar. Hvussu eru fiskirættindini í kunngerð skipað í bólkar, tað merkir kvotu- og fiskidagabólkar ella annað slag av bólkum.
2. Feløg. Hvørji feløg hava rætt til fiskirættindi í 2025.
3. Skip og bátar. At hvørjum fiskiførum hava feløgini knýtt rættindini.
Tað eru Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið og Vørn, sum standa fyri útgávunum.
Útgávurnar liggja á heimasíðuni hjá Vørn (www.vorn.fo) undir Snarleiðir og hjá Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum (www.fisk.fo) undir Kunning/Frágreiðingar og álit.