So er vælumtókta fiskikappingin við Eiðisvatn aftur á skránni. Soleiðis siga fyrrireikarirnir av fiskikappingini.
Byrja verður í kvøld, 4. juli kl. 18:00 og kappingin endar í morgin, 5. juli kl. 12:00, tá sílini verða vigað.
Steyp til ognar og gávukort til Pf. Jógvan Weihe verða latin fyri trý tey tyngstu sílini.
Hesaferð verður eingin kvøldseta, men møguleiki er at keypa sær okkurt til at sløkkja tostan.
Neyðugt er ikki at melda til frammanundan. Atgongumerki fáast til keyps á veg niðan til Eiðisvatn, har møguleiki eisini er at keypa agn.
Kostnaðurin er 50 kr fyri børn og 200 kr. fyri vaksin.
Vónandi verða tað, aftur í ár, nógv fólk ið leita sær niðan á Eiðisvatn hetta vikuskifti, til eitt tað hugnaligasta tiltaki í Føroyum.