Tað sum áður var sagt at verða olja á vegnum, er ístaðin fiskaolja.
Sum skilst, er nógv fiskaolja runnin úr einum bili, og er tískil fiskaolja á vegnum heilt frá rundkoyringini í Leirvík og heilt út til rundkoyringini á Skipanesi.
Vegurin um Gøtueiði er stongdur. Løgreglan er á staðnum og leiðir ferðsluna í gjøgnum, meðan sløkkiliði úr Eysturkommunu spular vegin. Sum skilst fer tað fer at taka nakað av tíð áðrenn vegurin er heilt opin aftur.
