Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.02.2026 16:36

Finski sendiharrin vitjað Løgtingið

Jukka Reino Siukosaari, finskur sendiharri í Danmark og Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna. Mynd: Løgtingið

Løgtingið

Finski sendiharrin í Danmark, Jukka Reino Siukosaari, vitjar í Føroyum í hesum døgum. Í hesum sambandi hitti hann eisini løgtingsforkvinnuna, Bjørt Samuelsen.

Við finska sendiharranum var eisini finski konsulin í Føroyum síðan 2012, Rúni Vang Poulsen.

Fyrstu løtuna í tingsalinum greiddi løgtingsstjórin, Johnhard Klettheyggj, teimum báðum frá føroysku tingsøguni. Síðan skiftu løgtingsforkvinnan og finski sendiharrin orð um ymisk viðurskifti av felags áhuga. Eitt nú møguleikarnar fyri størri samstarvi innan bæði mentanar- og vinnuøki ímillum londini bæði.

Jukka Reino Siukosaari hevur verið sendiharri í Danmark síðan septembur mánað í fjør. Áðrenn hetta hevur Jukka Reino Siukosaari eisini verið finskur sendiharri í Stóra Bretlandi, Japan og Argentina.

Finski sendiharrin í Danmark, Jukka Reino Siukosaari, Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, Rúni Vang Poulsen, finskur konsul í Føroyum og Johnhard Klettheyggj, løgtingsstjóri.
Mynd: Finski sendiharrin í Danmark, Jukka Reino Siukosaari, Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, Rúni Vang Poulsen, finskur konsul í Føroyum lýða á, meðan Johnhard Klettheyggj, løgtingsstjóri, greiðir frá løgtingssøguni. 

Føroyska og finska flaggið

Spjaldur