Finnur Fríði, sum hevur roynt norðanfyri Føroyar, er komin á Tvøroyri við gott 500 tons av makreli, sum alt verður landað til Varðan Pelagic.
Eisini Tróndur í Gøtu, sum hevur roynt norðanfyri, hevur landað gott 425 tons av makrel til Varðan Pelagic. Tróndur í Gøtu er longu farin aftur til fiskiskap norðanfyri.